Skulu sjálvi týða røðurnar til danskt

Fólkatingslimir úr Føroyum og Grønlandi skulu sjálvir týða røður sínar til danskt, um tey tosa á móðurmálinum á Fólkatingi

 

Tað hevur formansskapurin í Fólkatinginum gjørt av.

Í tíðindaskrivi frá formansskapinum á Fólkatingið verður sagt, at fólkatingslimir úr Føroyum og Grønlandi kunnu fáa eyka talutíð á Fólkatingsins røðarapalli, so at tey eftir eina røðu á føroyskum ella grønlendskum kunnu endurtaka røðuna á donskum.

Harumframt verður skriftliga tilfarið týtt til danskt.

Tað elvdi til mikið rok, at grønlendska fólkatingskvinnan hjá Siumut, Aki-Mathilda Høge-Dam helt røðu á grønlendskum fyrr í ár. Formansskapurin á Fólkatingi fór eftir ta hendingina at kanna, hvat tað hevði kosta Fólkatinginum, um tey høvdu eina týðaraskipan til føroyskt og grønlendskt, so sum vit kenna tað úr eitt nú ES, har alt verður tulkað til øll málini.

Ein slík týðaraskipan hevði kosta Fólkatinginum 200 milliónir krónur um árið.

Formansskapurin í Fólkatinginum er tí komin til ta niðurstøðu, at tað eru ov nógvir pengar at brúka, og verður í staðin tann skipan gjørd, at føroyingar og grønlendingar kunnu halda sínar røður á bæði móðurmálinum og á donskum.

Bæði Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale hava sagt, at tey ætla sær ikki at tosa føroyskt á Fólkatingi.