Smáu sjúkrahúsini kunnu ikki verða korona-deildir

Men korona deildin á Landssjúkrahúsinum skal skipast øðrvísi enn hon hevur verið

Fer korona aftur at ganga í Føroyum, skal ein partur av Landssjúkrahúsinum ikki aftur takast til at gera eina korona-deild á.

Tað heldur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Landsstýrinum um at játta meiri pening til ymisk endamál. Í Hesum sambandi skal Landssjúkrahúsið hava 24,5 milliónir afturat, sum eru útreiðslur, sum hava staðist av korona.

Men samstundis hevur virksemið verið skert á nógvum økjum og tað merkir, at bíðilistarnir til ymsar viðgerðir eru longri nú, enn teir annars vóru, og tað fer at krevja bæði nógva arbeiðsorku, og hægri játtan, at koma á slætt aftur.

Tí heldur Jákup Mikkelsen, at vit eiga at endurskoða ætlanina at gera Landssjúkrahúsið til korona-sjúkrahús.

Hevði annað av teimum smærru sjúkrahúsunum verið tikin til sjúklingar við korona, kundi virksemið á Landssjúkrahúsinum kanska hildið fram sum vanligt og vit høvdu sloppið undan at bíðilistarnir vórðu longri, sigur hann.

Men tað er Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ikki samdur í. Hann sigur, at tey, sum verða innløgd við korona, mugu vera á einum sjúkrahúsi við nógvum sergreinum, tí tað eru nógvum ymsum viðgerðum, tey kunnu fáa brúk fyri.

Tað hava tey smærru sjúkrahúsini ikki, og tí liggur tað heldur ikki í kortunum at skipa eina korona-deild á einum av teimum smærru sjúkrahúsunum, sigur hann.

Men hinvegin sigur hann, at nú verður arbeitt við at kanna, hvussu ein ein korona-deild á Landssjúkrahúsinum kann skipast øðrvísi enn hon varð hesa ferð.

Korona-deildin, sum hevur verið, var á eini deild á Landssjúkrahúsinum og avleiðingin av tí var, at virksemið á nógum øðrum økjum varð munandi skert. Tað merkir, at bíðilistarnir eru nógv longri nú, enn teir vóru, áðrenn korona fór at ganga.

– Endamálið við ein nýggjari korona-deild verður, at alt annað virksemið á Landssjúkrahúsinum skal kunna verða so ótarnað sum gjørligt fyri at sleppa undan at bíðilistarnir verða longri.

Men hvussu tað verður skipað, er ov tíðliga at siga nakað um enn, sigur landsstýrismaðurin.