Miðlar og politikarar hava hug at gera summi mál størri og týdningarmiklari enn onnur, tá valstríð er.
Til fólkatingsval er tað trygdar- og verjumál og radarin, ið verða tikin fram sum stór mál.
Á ein hátt kann man siga, at tað er rætt, tí trygdin hjá okkum sum partur av vesturheiminum hevur stóran týdning - ikki minst nú kríggj valdar í Evropa.
Men - og tað er eitt men - tey sonevndu smáu málini, ið ofta snúgva seg um menniskju, eru veruliga stór mál fyri tey, ið tað rakar.
Lat meg nevna nøkur dømi, ið hava við fólkatingsval at gera:
At sita í fongsli í einum øðrum landi er ein sera trupul støða fyri einstaka persónin. Tí er tað so sera avgerandi, at vit fáa bygt eitt fongsul í Føroyum.
Tey ungu, ið verða dømd at sita niðri í Danmark, fáa stein oman á byrðu. Tey verða revsað tvífalt við eisini at verða send til eitt annað land at sita dómin.
Mál og mentan er øðrvísi, og tey sleppa ikki heim, tá onnur fáa loyvi at fara heim - til dømis í vikuskiftinum. Hetta er tí, at tey skulu hava avvarðandi at koma heim til, og teirra nærmastu eru í Føroyum.
Tey, ið vara av, hava tað eisini sera hart, tí tey eru so langt burtur frá, og tað er kostnaðarmikið, um tey skulu til Danmarkar at vitja.
Sostatt er tað eitt stórmál fyri tey, ið hetta viðkemur, og tað er bæði tann dømdi og avvarðandi hjá viðkomandi.
Hetta er ein sera óvirðilig støða og tí er hetta eitt mál, ið eg vil arbeiða fyri at fáa loyst. Fái eg møguleikan, vil eg gera mína ávirkan galdandi, so peningur verður settur av og ætlanin at byggja eitt fongsul í Føroyum verður veruleiki.
Eitt annað dømi er sjúklingar, ið fara til Danmarkar vegna sjúku.
Tey uppliva ofta, at tey spilla dýrabæra tíð í mun til at sleppa skjótt undir viðgerð, tí tey mugu taka royndir, ið tey hava tikið í Føroyum, umaftur. Tíbetur hava vit eitt fantastiskt sjúklingahotell í Keypmannahavn. Tað eru túsundtals sjúklingar og teirra avvarðandi inniliga takksom fyri. Har eru sera fyrikomandi og dugnalig starvsfólk, ið gera alt fyri, at sjúklingurin skal kenna seg væl og fáa alla ta hjálp, ið viðkomandi hevur brúk fyri.
Men tað eru støð, ið tey á sjúklingahotellinum onga ávirkan hava á, og tað er tá ið skipaninar ikki tosa saman. Hetta er ikki eitt smámál fyri tann, ið tað rakar. Tvørturímóti er hetta størsta málið í lívinum hjá viðkomandi og hansara avvarðandi júst tá. Vit skulu verða góð við sjúklingahotellið, og vit skulu áhaldandi arbeiða fyri at fáa betri samband millum ymsu skipaninar til frama fyri sjúklingin.
Vit politikarar mugu ongantíð gloyma, at politikkur snýr seg um menniskju! Eg vil fegin á fólkating at arbeiða fyri at lyfta tey sonevndu “smáu” málini upp og arbeiða fyri, at tey verða loyst.
Skal hetta eydnast er neyðugt, at Javnaðarflokkurin fær eitt umboð á fólkating. Tí er tykkara stuðul neyðugur.
Eyðgunn Samuelsen,
fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin