Smáligt hjá partrolarum

Fýra garnaskip eru til fiskiskap í løtuni, ávikavist eftir svartkalva og havtasku, og øll skipini hava brúkiligan fiskiskap.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi koma øll inn at landa í næstu viku.

 

- Skipini, sum eisini fáa nakað av hvítum fiski, serliga blálongu, longu o hýsu, hava smáligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør liggja við bryggju, men tey loysa helst nakað skjótt.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og teir koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Í løtuni eru tríggir trolbátar norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Ein er eystanfyri og fiskar havtasku.

 

Væntandi kemur ein trolbátur inn at landa mánadagin, og síðan koma hinir allir helst síðst í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Øll fýra skipin hava brúkiligan fiskiskap.  

 

- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.