Tað verður í SMS-deildini sum í Burn Mansdeildini. H71 og Kyndil skulu spæla FM-finalurnar.
Í triðu FM-hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini vann H71 sannførandi 34-26 sigur á VÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13, men í seinna hálvleiki rann H71 frá VÍF, ið má taka til takkar at spæla bronsudyst móti Neistanum.
H71 vinnur hálvfinaluuppgerðina 2-1.
Toppskjúttar H71: Maria H. Weyhe 11, Lea Brockie 8.
Toppskjúttar VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 11, Rannvá Olsen 5.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin:
##med2##