Vágbingar kunnu nú tilnevna fólk at heiðra til Ljósfestina 2025.
Vikuskiftið 15., 16 og 17. august verður Ljósfest í Vági, har tónleikur og mangt annað verður á skrá.
- Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitt hvørt gott fyri Vág.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at í samband við ársins Ljósfest, er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, sum hava uppiborið ein heiður frá Vágs kommunu.
- Øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta á eina leinkju á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo
Freistin at tilnevna er 1. juni 2025 og tann, ið tilnevndur verður, skal hava:
* Gjørt eitt hvørt gott fyri Vág
* Gjørt hetta í einum positivum anda - ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðnum
* Sterkt tilknýti til Vág
- Tað, at heiðra fólk, er okkara máti sum kommuna at siga takk við tey, sum leggja orku í, at bygdin hevur tað gott, og at trivnaðurin í Vági er í hásæti.
Tað sigur Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini í Vágs kommunu.
Í 2021, 2022, 2023 og 2024 heiðraði Vágs kommuna ávikavist: Niels Petur Nolsøe, Poul Andreasen, Robert McBirnie, Ingeborg Vinther, Jonhild Kjærbo, Jórun Hansen, Gudmund Jacobsen, Frelsunarherin og Sævar Haldórsson fyri teirra íkast á lívsleiðini fyri Vágsbygd.