Tað vera Kyndil, H71, VÍF og Neistin, ið fara at kappast í FM-hálvfinalunum í SMS-deildini.
Í kvøld vann Neistin 28-26 á StÍF í FM-fjórðingsfinaluni í høllini á Hálsi. Í steðginum var støðan 10-8 til Neistan. Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum var Neistin á odda 27-24. StÍF fekk minkað munin til 27-26, men so skoraði Ró Reginsdóttir til 28-26, og tað koppaði til Neistan.
Silja Heðinsdóttir var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum. Josefine Dyring hevur verið StÍF góð hetta kappingarárið. Í kvøld var hon stórskjútti við 12 málum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í høllini á Hálsi:
##med2##