Sølvi Vatnhamar var toppskjútti í 2023 við 21 málum. Í 2022 var hann toppskjútti við 20 málum.
37 ára gamli toppskjúttin heldur, at liðfelagarnir eiga ikki sørt av heiðrinum:
-Eg havi skrivað undir við Víking um, at eg eisini í 2024 fari at spæla og vónandi at skjóta mál. Síðstu árini er liðið hjá okkum vorðið væl meiri álopshugað, enn vit áður hava verið. Tað ber við sær, at allir spælararnir eru longri frammi á vøllinum, enn vit áður hava verið, og tað ber aftur við sær, at vit hava vunnið okkum til fleiri málmøguleikar, og at vit hava skorað fleiri mál, enn nakað annað lið gjørdi, sigur Sølvi Vatnhamar í Fótbóltsgallanum, sum í kvøld er á Hotel Brandan.
Heidi Sevdal, sum var toppskjútti hjá kvinnum, var ikki hjástødd at taka ímóti heiðrinum í kvøld.