Eitt ísfiskalínuskip fiskar á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og svartkalva. Eitt annað ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr sunnanfyri. Teir fáa mest av longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip fiska undir Føroyum. Eitt av skipunum, sum eisini hevur verið á Flemish Kap, kemur inn at landa í vikuni.
- Eitt annað frystilínuskip hevur verið á Flemish Kap, men fiskar nú kalva á Grand Bank. Vit vænta, at onkur frystilínuskip aftrat fara at loysa í næstum.
Um útlitini til útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður hampiligt.
- Tí rokna vit við, at nakað verður av útróðri. Men, bátarnir hava smáligan fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, verður lagt aftrat.