Sóllind og Áki halda jól heima í Nuuk 

- Ynskið um frið er størri nú enn nakrantíð, sigur Sóllind á Sondum Olsen, sum seinnu árini hevur búð í Grønlandi 

 

Hvar heldur tú jól? 

- Vit halda jólaaftan heima í Nuuk. Jólaaftan fara vit helst at ganga ein langan túr í tí deiliga kavaveðrinum. Síðan fara vit í kirkju, og annars hugna vit okkum við at gera og eta góðan mat.

Tað sigur Sóllind á Sondum Olsen, sum saman við manni sínum, Áka G. Olsen, býr í Grønlandi.

- Jóladag og 2. jóladag vænti eg, at vit fara at eta, hugna okkum og spæla spøl saman við vinum.

Hon vísir á, at tey eta dunnu jólaaftan. Síðan verður tað helst reinsdjór jóladag og kalt borð ella restir 2. jóladag.

Keypir tú jólagávur? 

- Ja, eg keypi jólagávur.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini eru tíðin, har vit kunnu steðga á, hugna okkum og hyggja við takksemi á tíðina, sum er farin og samstundis njóta løtuna og hyggja frameftir. 

Sóllind vísir á, at hetta eisini er tíðin, har hon hugsar um, hví vit halda jól - at Jesus hevur lært okkum at vera góð við hvønn annan, og at øll menniskju hava sama virði. 

Hevur tú eitt jólaynski?

- Tá eg gekk í skúla, høvdu genturnar “venindubøkur”, har ein spurningur var, hvat okkara hægsta ynskið var. Nógvar skrivaðu “friður á jørð” í bókina. Vit skrivaðu tað kanska tí, at hetta ljóðaði pent, men nú er ynskið um frið størri enn nakrantíð.

Jólaynskið hjá Sóllind á Sondum Olsen er annars, at teirra børn og makar, øll tey nærmastu og at eisini hon og maðurin skulu hava eina bjarta framtíð.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár 

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum