Spakin settur í verkætlanina við Kongaríkið

3. mió. kr. eru settar av til arbeiðið í ár, og fer arbeiðið eftir ætlan í gongd í komandi viku.

Nú verður farið í gongd við at útvega fleiri parkeringspláss umframt at fáa veg til fleiri eldri sethús og randarhúsini millum Skáltavegin og Stangavegin, vanliga rópt Kongaríkið. Í gjár var borgarstjórin, Karl Johansen, og setti ’spakan’ í.

 

Klaksvíkar kommuna hevur sum mál, at øll sethús, har tað er møguligt, skulu hava veg til húsini. Ein raðfestingarlisti er gjørdur og hevur Kongaríkið leingi ligið ovast á listanum.

 

Talan er um eina gamla verkætlan. Longu fyrst í 80’unum arbeiddi táverandi býráð við líknandi ætlanum, sum tó ikki gjørdust veruleiki. Nú er ætlanin tikin fram aftur, og borgarar í økinum kunnu gleða seg til betri parkeringsviðurskiftir, umframt at verkætlanin eisini ger ferðsluna á Stangavegnum munandi tryggari.

 

Oddmar á Lakjuni, formaður í teknisku nevnd, er fegin um, at arbeiðið nú fer ígongd.

 

-        Tað er gleðiligt, at sethús fáa veg til húsini. Harafturat vísti borgarakanningin eisini, at tørvur er á at raðfesta ferðslutrygd og betri parkeringsviðurskifti, og tað meti eg, at hendan verkætlanin loysir á ein góðan hátt.

 

3. mió. kr. eru settar av til arbeiðið í ár, og fer arbeiðið eftir ætlan í gongd í komandi viku, skrivar klaksvik.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.