Støkk inn kanningar í Klaksvík

Frá í dag bjóðar Klaksvíkar Sjúkrahús støkk inn Covid-19 kanningar. Tað merkir, at nú er ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna.

Nýggja kanningarstaðið letur upp á Víkavegnum í dag frá kl. 10.00. Møguleiki er at lata seg kanna hvønn dag frá kl.10.00 til kl. 13.00.

Talan er um tvey kanningarstøð, har bíðirøðin til kanningarnar verður eftir Klaksvíksskákinum omanfyri sjúkrahúsið. Hetta vil siga, at fólk kunnu møta upp í bili, har tey verða skrásett og kannað á staðnum.

Klaksvíkar kommuna ger vart við, at Víkavegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, meðan kanningar verða gjørdar. Tí verður heitt á bilførarar um at vísa størsta varsemi og fylgja skeltingini á staðnum.

##med2##