Vit kunnu taka kjakið úr øðrum sjónarhorni.
Sleppur tú sum yvirmaður umborð á tey skipini, sum geva mest av sær, so kanst tú, aftaná lutfallsliga stutta tíð, rinda tíni nýggju valahús í reiðum peningi.
Ert tú hinvegin við øðrum skipum ella í aðrari vinnu - krevst ein húsafígging og eitt stórt drúgt húsalán.
Bara fyri at taka eitt dømi.
Felags fyri hetta omanfyri ella hetta dømið er, at hvørgin ella hvørgin teirra hevur bygt upp arbeiðdplássið, hevur sjálvur stríðst ella lagt nógv fyri, - men meira av øðrum orsøkum eru endaðir soleiðis - annar við risaløn og hin ikki.
So tað snýr seg ikki um Hanus, útlendingar, Klaksvíkina, fiskifrøðina, landsstýrisfólk, politikarar ella samgongu - hvørt í sínum lagi.
Tað snýr seg um okkara samfelag og hvat slag av korum, treytum og framtíð - vit leggja fyri dagin og fyri okkara land og fólk.
Skal munurin á fólki og samsýningum verða so stórur - ella hvat fyri eitt samfelag vilja vit hava okkara børn at vaksa upp í?
—
Nú var hetta fiskivinna. Tíðin er eisini komin til at spyrja um onnur fakøki og um í hvønn mun nøkur skulu hava so høgar lønir, at tey renna frá hinum.
Felags fyri økini er, í fyrru atløgu, at vinnan hevur støðið í fólksins ogn, í øðrum lagi, at skattafíggjaðar útbúgvingar leggja lunnar undir einum starvi til hægri løn.
Ikki misskilja meg, - eg taki hattin av fyri teimum fólkum, sum bretta upp ermar og stríðast fyri einum og øðrum, sum menna seg sum persónar, sum flyta vegna øll, gera mun vegna fleiri og sum arbeiða við tí, samfelagnum tørvar og fær gleði og gagn av. Tey skulu lønast.
Hinvegin eiga rutinuuppgávur og afturvendandi arbeiðsuppgávur ikki at renna frá øðrum lønarliga.
—
Økið er stórt og fyri ikki at missa lesaran, fari eg ikki inn á øll viðurskifti, sum vanliga verða sett í samband við lønir og samsýningar.
Eg sigi bara, at økið eigur at endurskoðast við samhuga við øllum, sum her búleikast.
Eisini í fakfelagsanda við viðleikandi jaligum samfelagssinni.
Eg sigi ikki, at ikki lønarmunur skal verða, eg haldi hann vera alt alt ov stóran, í fleiri førum.
Jú, nógv er at hugsa um.