– Ein ávísur stígur er komin í arbeiði við grønari orkuskipan í Tinganesi.
Tað stendur í samskiftinum millum Løgmansskrivstovuna og fíggjarnevnd Løgtingsins, sum arbeiðir við fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.
Fíggjarnevndin spyr, hvussu gongur við arbeiðinum við grønari orkuskipan í Tinganesi, og hvat er hent seinasta árið.
Og har staðfestir Løgmansskrivstovan, at ein ávísur stígur er komin í arbeiðið við grønari orkuskipan í Tinganesi, sum ætlandi skuldi verða ein sjóhitaskipan.
– Hetta komst av, at onkur av samstarvspørtunum, sum ætlanin var skuldu verða við í hitaskipanini, tóku seg burturúr.
– Fyri einum ári síðani var Løgmansskrivstovan tó optimistisk, tí útlit vóru til at fáa samstarv við Tórshavnar kommunu og Fjarhitafelagið um at leggja fjarhitanetið út móti Tinganesi, so bygningarnir í Tinganesi kundu bindast í fjarhitanetið. Hendan ætlan er tó enn ikki blivin til nakað, í hvussu er í fyrsta umfari, sigur Løgmansskrivstovan.
Samskifti er tó enn við Tórshavnar kommunu um hendan møguleikan, og spurningurin verður tikin upp aftur eftir at nýtt býráð hevur tikið við, verður sagt.
– Ætlanin við sjóhita er tó ikki slept, og samskifti hevur verið við ráðgevar um tað, men einans fyrireikandi arbeiði er gjørt, sigur Løgmansskrivstovan í svarinum til fíggjarnevndina.