Stórar óvissur í metingini av tilfeingisrentu

Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um tilfeingisrentu og gjøld í fiskivinnuni, og ført verður fram, at talan er um eina milliard, sum ómakaleyst kann takast úr vinnuni. Tó hevur viðgerðin ikki lýst teir veikleikar, sum eru í hesi metingini. Hon er nevniliga merkt av stórum óvissum og leysligum metingum. Týdningarmikið er, at slík týðandi mál fáa eina breiða viðgerð, har øll sjónarhorn verða tikin við og fáa rúmd í kjakinum.

 

Samanumtikið skal sigast, at tann størsti parturin av roknaðu tilfeingisrentuni er hýra, sum verður rindað sambært galdandi sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er peningur, sum reiðaríini ikki hava til taks at rinda veiðigjøld við, men hann verður rindaður sum hýra umvegis A-skattaskipanina.

 

Nøkur óviðkomandi viðurskifti eru t.d. tikin við í greiningina, sum eru við til at skeikla myndina. Tá ið mett verður um yvirnormala løn verður støði tikið í tí samlaða starvsfólkakostnaðinum. Ein partur av hesum útreiðslum er til eftirløn, sosial gjøld, landingarløn, løn til skipsarbeiði á landi, umsiting og leiðslu. Síðani verða hesar lønarútreiðslur nýttar til at meta um, hvussu stór tann sonevnda yvirnormala lønin hjá manningini er. Hetta skeiklar myndina, tí at starvsfólkakostnaður fevnir um nógv annað enn hýrur til fiskimenn.

 

Hetta er eitt dømi um, at tølini ikki eru reinsað fyri óviðkomandi inntøkur og útreiðslur, áðrenn metingin verður gjørd.

 

Í hesi grein verður støði mest tikið í uppsjóvarflotanum og verksmiðjuskipum í Barentshavinum. Upprunaliga metingin vísti, at allir skipabólkar høvdu eina munandi tilfeingisrentu (sjálvt heimaflotin), og hetta átti at givið ábendingar um, at myndilin hevur stórar veikleikar.

 

Sum minstamark eiga miðlarnir at greiða frá, hvussu stórur partur av hesi roknaðu tilfeingisrentu er hýra og lønarskattur, hvussu stórur partur eru gjøld og skattur, og hvussu stórur partur liggur eftir hjá reiðaríunum. Hetta verður tíverri ikki gjørt, hóast búskaparfrøðingar samstundis ásanna, at metingin hevur stórar óvissur.

 

Normal hýra

 

Upprunaliga var tann normala lønin sett at vera 400.000 krónur fyri eitt starv á fiskiskipi, og hetta var fyri vanliga hýru, sosial gjøld, yvirmannapartar og eftirløn osv.. Her varð hædd ikki tikin fyri, hvussu nógvar mynstringardagar eitt skip hevði gjøgnum árið. Tað er munur á, um eitt skip hevur 150 ella 300 mynstringardagar, og tað ávirkar sjálvsagt, hvussu nógv ársverk skulu til fyri at manna skipið. Heldur ikki verður hædd tikin fyri, at skipini eru mannað við ymiskum starvsbólkum, har yvirmenn hava eina størri hýru enn dekkarar. Upprunaliga metingin segði t.d. at føroyskar manningar fingu 685 mió. kr. ov nógv í løn í 2017.

 

Í uppsjóvarflotanum er metingin fyri 2017, at yvirnormala hýran er 290 mió. kr., tá ið normala hýran ístaðin verður sett til 800.000 kr. við sosialum gjøldum, eftirløn og eykapørtum. Her er framvegis ikki mett um, hvussu nógv ársverk talan er um, og hvat ársverkið skal kosta. Uppsjóvarskip hava t.d. lutfalsliga nógvar yvirmenn umborð, og tað merkir aftur, at ársverkið gerst dýrari. Fyri uppsjóvarskip eru útvið tveir triðingar av tí roknaðu tilfeingisrentuni hjá manngini, eftir at rindað veiðigjøld eru drigin frá.

 

Fyri Barentshavið er tann roknaða yvirnormala hýran 100 mió. kr. við somu fortreytum. Í hesum føri eru umleið tveir triðingar av roknaðu tilfeingisrentuni fluttir sum løn til manningina. Reiðarafelagið tekur ikki undir við hesum metingum, tí at tær undirmeta útreiðslurnar av at manna føroysk fiskiskip.

 

Føroya Reiðarafelag vísir annars á, at limir felagsins hava skyldu at halda sáttmálan við manningarfeløgini, og hesin sáttmáli ger av, hvussu nógv manningin fær í hýru. Tí eiga metingar av tilfeingisrentu heldur at taka støði í tí veruliga sáttmálanum og teimum lønarútreiðslum, sum standast av hesum.

 

Normalt avkast

 

Stór spurnartekin kunnu eisini setast við, hvussu normalt avkast verður roknað. Tað normala avkastið verður roknað við støði í tí bókaða skipavirðinum, og síðani er avkastið sett til 6% av hesum virði. Spurnartekin kann setast við, um hetta er tað rætta avkastið í fiskivinnu, men meira verður ikki gjørt við hetta á hesum sinni. Greitt er tó, at normala avkastið verður undirmett, tí at tað verður roknað av einum lágum virði.

 

Tá ið skipaflotin í 2017 ikki hevði havt nakra útskifting í fleiri ár orsakað av ótryggum viðurskiftum innan fiskivinnuna, er skipavirðið hetta árið eisini ein ábending um, at flotin er vorðin gamal og hevur tørv á útskifting. Her verður ikki lagt upp fyri, at skipini skulu skiftast út og endurnýggjast til nýggj krøv.

 

Fyri uppsjóvarskip er tað normala avkastið roknað við støði í tólv skipum við einum virði uppá 1,3 mia. kr. Tað vil siga, at eitt skip, sum t.d. er mett til 50 mió. kr. hevur eitt roknað normalt avkast uppá 3 mió. kr. um árið. Eitt annað skip við sama umsetningi og somu kvotum er mett til 200 mió. kr. og hevur tískil eitt roknað normalt avkast uppá 12 mió. kr.

 

Virðið á skipunum er økt síðani 2017, tí at skipini eru fleiri í tali, nýggj og dýrari skip eru komin í flotin, meðan onnur eru á veg. Dømini taka støði í veruligum skipum, og tey vísa ein vantandi logikk í metingini av normalum avkasti.

 

Eitt annað dømi er, at í upprunaligu metingini vóru 14 línuskip. Hesi høvdu eitt virði uppá 197 mió. kr. Hesi 14 skipini høvdu sostatt eitt samlað roknað normalt avkast uppá 12 mió. kr. um árið. Hetta dømi lýsir greitt, hvørjir trupulleikar standast av at rokna normalt avkast hjá einum gomlum flota.

 

Um reiðaríini hava ov lítið avkast, er ikki møguligt hjá teimum at endurnýggja flotan til orkusparandi og meira burðardyggar loysnir, eins og reiðaríini í grannalondunum gera. Greiningar av normalum avkasti taka ikki hædd fyri virksemi og umsetningi, men taka bert støði í einum bókaðum virði í roknskapinum.

 

Ein annar faktorur í hesum er tann sonevnda intramarginala rentan, sum er eitt úttrykk fyri dugnasemi hjá manning og reiðaríi, sum síðani skapar eitt eyka virði. Torført er at meta um intramarginalu rentuna, men dugnalig starvsfólk skapa sjálvandi størri virðið enn onnur. Mett verður ikki um hesa rentuna, hóast hon væntandi kann gerast upp í einum ávísum eyka virði hjá reiðarínum.

 

Stórar broytingar í Barentshavinum

 

Flotin í Barentshavinum verður nú endurnýggjaður við trimum nýggjum skipum, sum hava eitt virði uppá 1,2 mia. kr. Um vit taka støði í metingini hjá Búskaparráðnum, hevði normala avkastið verið 72 mió. kr. fyri at forrenta hesa íløguna í mun til 30 mió. kr. í metingini frá 2017. 72 mió. kr. er júst tað sama úrslitið, sum flotin hevði eftir skatt í 2017.

 

Síðani 2017 eru fleiri viðurskifti broytt. Flotin er endurnýggjaður, sum merkir størri avskrivingar og kapitalkostnaðir. Oljuprísurin er hækkaður nógv, rentustigið er hækkað og kvoturnar hjá føroyskum skipum eru lækkaðar. Samlaða føroyska toskakvotan í Barentshavinum er lækkað umleið 28% síðan 2017.

 

Harumframt eru veiðigjøld áløgd, og hesi verða nú hækkað. Hesi viðurskifti tala fyri, at sonevnda tilfeingisrentan er minkað síðan 2017.

 

Um sami myndil verður nýttur sum í 2017 við dagførdum skipavirði, er roknaða yvirnormala avkastið hjá trimum reiðaríum 9 mió. kr., og tá vóru eingi veiðigjøld, men ein lægri upphædd til uppboðssølugjøld. Kortini skulu gjøldini hækka frá einum frammanundan høgum støði.

 

Skipini í Barentshavinum skulu t.d. rinda eitt gjald, sum er umleið tvær ferðir hægri enn gjaldið, sum íslendsk skip rinda, og tá hevur Ísland enntá ein sera stóran toskastovn at ráða yvir.

 

Landsstýrið ynskir nú at seta í verk eina ógvusliga hækking uttan at taka hædd fyri teimum vandum, sum reiðaríini virka undir. Harumframt eru ongar váðametingar gjørdar, og møguleiki hevur ikki verið at viðgera málið í síni heild. Reiðaríini hava í veruleikanum onga trygd fyri, at gjøldini ikki taka alt yvirskotið, og so leingi hetta er støðan, eiga gjøldini ikki at hækka.

 

Stefan í Skorini,

 

stjóri Føroya Reiðarafelag