Stór málveitsla var í Gundadali

1. DEILD: Pætur Augustinussen og Fríði Holm vóru tvífaldir málskjúttar, tá ið FC Suðuroy við sigri ímóti HB legði seg undir liðina á toppliðnum B36

Í fjør flutti FC Suðuroy upp í 1. deild, og eftir 6-4 sigur í Gundadali í kvøld ímóti teimum næstbestu hjá HB er FC Suðuroy á uppflytingarplássi til bestu deildina

FC Suðuroy tók aftur í kvøld eitt stórt fet fram ímóti uppflyting í bestu deildina, har FC Suðuroy ikki hevur verið síðani 2015.

 

Suðuroyingarnir eru á veg úr Gundadali og seinni í kvøld suður um aftur Suðuroyarfjørð. Í viðførinum eru trý stig. 6-4 sigurin ímóti teimum næstbestu hjá HB ber við sær, at FC Suðuroy nú hevur 30 stig, nú tað verður farið í summarfrí. FC Suðuroy hevur sama stigatal sum oddaliðið B36.

 

Fimm mál vórðu í skorað í fyrra hálvleiki, sum FC Suðuroy vann 3-2. Baldur G. Niclasen legði í fimta minutti HB á odda 1-0. Hetta var triðja málið hjá 18 ára gamla Balduri G. Niclasen í næstbestu deildini í ár. Miðvallarin Dánjal Godtfred javnaði til 1-1 í 19. minutti. Hetta var fimta málið hjá Dánjali Godtfred í ár, og hetta var fjórða ferðin, at hann skoraði á útivølli.

 

Í 28. minutti legði Fríði Holm FC Suðuroy framum 2-1, og tríggjar minuttir seinni var tað aftur javnt, tá ið Øssur M. Dalbúð javnaði til 2-2. Níggju minuttir undan steðginum var tað Pætur Augustinussen, sum aftur legði FC Suðuroy á odda.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin varð Fríði Holm tvífaldur málskjútti. Við sínum áttanda máli legði hann gestirnar á odda 4-2.

 

Síðsta korterið gekk tað skjótt við málskjótingini. Eitt korter undan leikloki minkaði Dánjal Reginsson um munin til 4-3. Hann hevur nú skorað tvey mál í næstbestu deildini í ár.

 

Minuttin seinni var tað Teit Hjelm, sum svaraði aftur fyri FC Suðuroy, og so var støðan 5-3 til gestirnar. Teit hevur nú skorað fýra mál í næstbestu deildini í ár.

 

Fýra minuttir seinni varð Øssur M. Dalbúð tvífaldur málskjútti og so var 5-4, og aftur fýra minuttir seinni varð Pætur Augustinussen tvífaldur málskjútti og so var 6-4 til FC Suðuroy. Pætur Augustinussen hevur nú skorað fimm mál í 1. deild í ár.

 

HB er á níggjunda plássi við níggju stigum. Tað eru fimm stig fram til KÍ, sum er á áttanda plássi.

 

Í fjør flutti FC Suðuroy upp í 1. deild, og eftir 6-4 sigur í Gundadali í kvøld ímóti teimum næstbestu hjá HB er FC Suðuroy á uppflytingarplássi til bestu deildina