Tvær nýggjar føroyskar øl

Tvær nýggjar føroyskar øl eru komnar á marknaðin. Talan er um Ei π Ey og Samson, sum OY hevur bryggjað.

 

Nógv kenna ølirnar Hanin gali og Klikkhaze hjá OY, sum eruhazy IPA ella NEIPA (New England IPA). Men nú hevur OYbryggjað eina “old-school” West Coast IPA á 6,5%. Hon hevur fingið spælandi heitið Ei π Ey.

 

Áðrenn NEIPA ølirnar komu á marknaðin fyri umleið 15 árum síðani á amerikansku eysturstrondini, vóru IPA ølirhvørki támutar ella gular, men heldur ravgular við einumsera høgum IBU (International Bittering Units), sum var vanligt á amerikansku vesturstrondini.

 

Ei π Ey er ein slík West Coast IPA eftir gamla skúlanum. Meira beisk enn fruktkend við IBU 70. 

 

Hin nýggja ølin eitur Samson. Hetta er ølin, sum OY vil veravið, ger dreingir til menn og setur hár á bringuna. Talan er um gyltar dropar, sterkir sum hannsjálvur Hárfagri. Heili7,7%.

 

Báðar ølirnar eru nú til sølu, har ein vanliga keypir øl.