Stórsligin hondbóltskapping verður í juni

6. og 8. juni verður NORDIC OPEN fyri U17 landslið í Føroyum

Mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

- NORDIC OPEN – Framtíðarstjørnur kappast í Føroyum

 

Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-dreingir í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.

 

Ætlanin er, at talan skal verða um eina afturvendandi kapping, sum annaðhvørt ár verður fyri U16-gentur og U17-dreingir. Talan verður um hondbóltstjóðir av ovastu rók, sum vitja í ár – Týskland, Sveis og Ísland. Leikt verður í Runavík fríggjadag, og leygar- og sunnudag Við Tjarnir.

 

Dystarskráin sær soleiðis út:

 

Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík

Kl. 18.00 Sveis – Týskland

Kl. 20.00 Føroyar – Ísland

 

Leygardagin 7. juni Við Tjarnir

kl. 16.00 Sveis – Ísland

kl. 18.00 Føroyar – Týskland

 

Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir

kl. 10.00 Týskland – Ísland

kl. 16.00 Føroyar – Sveis

 

Kunning viðvikjandi atgongumerkjasølu kemur seinni.

 

Mynd: HSF