Stórur elektriskur luksus SUV frá Kia

Ein heilt nýggjur SUV er komin á føroyska marknaðin. Talan er um elbilin, Kia EV9, sum er ein luksusbilur við upp til sjey sitiplássum.

Kia EV9 er ein bilur, sum veruliga sær út av nøkrum - við markantum designi og nógvum flottum detaljum. 

Kabinan er innbjóðandi, og har er alt, sum ein kann vænta sær í einum luksusbili. Bilførarin og tey ferðandi í bilinum sita høgt við góðum útsýni. Koyrieginleikarnir og komforturin er á sera høgum støði. 

 

Kia EV9 koyrir sera langt við eini løðing; bilurin er rúmligur við flottari kabinu og koyriupplivingin er nakað heilt serligt. Langa aksilfrástøðan og tað, at battaríið er í botninum á bilinum, ger sítt til góðu koyrieginleikarnar.

 

Kabinan er flott og gjørd úr lekrum tilfari. Her er rúmligt og gott beinpláss við øll sitiplássini. Bilførarin situr væl við digitalum instrumentborði framman fyri sær, har alt er einfalt og lætt at lesa av. Her eru eitt nú skíggjar til navigatión og bakkikamera. 

 

Hóast EV9 er ein stórur bilur, er hann sera lættur at koyra og lættur at koma runt við, bæði í býarkoyring og á landsvegnum. Eitt, sum eisini sermerkir EV9, er, at hann er væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini inn í bilinum. 

Kia EV9 er ein rættiliga stórur bilur; hann er 5,02 metrar langur, 1,98 metrar breiður og 1,78 metrar høgur. Viðførisrúmið er 333 litrar, og við baksetrunum niðri er vørurúmið heilar 2.318 litrar. Haraftrat hevur bilurin eitt lítið rúm undir hjálminum framman. EV9 er kvikur og koyrir upp til 563 km við einari løðing.

Bilurin fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4. Tann bakhjólsdrivni hevur ein elmotor við 204 hk, meðan tann 4-hjólsdrivni hevur tveir elmotorar við til samans 384 hk. Hesin kann draga ein viðfestisvogn, sum vigar upp til 2.500 kg.

 

- Kia EV9 er ein bilur, sum vit vænta okkum nógv av. Prísur úr 709.000 krónum eftir mvg-afturbering. Øll eru vælkomin at royna bilin, verður sagt hjá P/f Wenzel, sum umboðar Kia í Føroyum.  

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##