Stórur valfundur verður á Kambsdali

Floksformenninir luttaka á fundinum, sum Miðnám á Kambdsali skipar fyri á middegi týsdagin

Henda myndin varð tikin á Kambsdali undan valinum í 2019. Aftur undan valinum, sum verður hósdagin, eru nógvar valplakatir at síggja á Kambsdali, har tað týsdagin á middegi verður stórur valfundur í ítróttarhøllini

Miðnám á Kambsdali bjóðar altíð floksformonnunum at luttaka á fundum stutt undan valdegnum, og soleiðis verður tað eisini hesaferð.

 

Løgtingsvalið verður hósdagin 8. desember, og fundurin, sum Miðnám á Kambsdali skipar fyri, verður týsdagin 6. desember klokkan 11.45. Tað eru omanfyri 600 næmingar og starvsfólk í Miðnámi á Kambsdali, og fundurin er fyrst og fremst fyri teimum, men øll onnur, sum hava áhuga, og sum hava møguleika at møta á politiskum fundi á middegi, eru vælkomin at møta upp.

 

Á fundinum fara at luttaka Beinir Johannesen, formaður í fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, Sámal Petur í Grund, formaður í sjálvstýrisflokkinum, Høgni K. Hoydal, formaður í tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Jenis av Rana, formaður í miðflokkinum.

 

Fundurin verður skipaður á tann hátt, at tá ið floksumboðini hava havt stutta framløgu, vera tað næmingarnir í Miðnámi á Kambsdali, sum fara at seta politikarunum spurningar, og so verður orðaskifti við støði í spurningunum.

 

Tað hevur áður víst seg, at umframt oddafólkini í flokkunum, so plaga nógv onnur valevni at vera á fundinum og nat nýta høvið at práta við áhoyrararnar og at geva teimum upplýsandi tilfar um valevni og flokkar, og soleiðis fer tað eisini ivaleyst at vera á almenna fundinum, sum Miðnám á Kambsdali skipar fyri í ítróttarhøllini á Kambsdali týsdagin 6. desember klokkan 11.45.

 

Henda myndin varð tikin á Kambsdali undan valinum í 2019. Aftur undan valinum, sum verður hósdagin, eru nógvar valplakatir at síggja á Kambsdali, har tað týsdagin á middegi verður stórur valfundur í ítróttarhøllini