Stuldur í handli í Havn

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um stuldur í handli í Havn

Talan var um handil, sum selur ymiskt glimmur til ungar damur, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Har er vakmyndatól í handlinum, sum tað er í flestu handlum, so tey vita, hvør tað er, ið hevur stolið.

– Vit fara tí at tosa við viðkomandi, sigur vaktleiðarin.

Er talan um persón, sum kann revsast, sum er yvir 15 ár, so kemur slíkur stuldur á revsiváttanina, hóast talan kanska bara er um stuldur fyri 100 krónur, sigur vaktleiðarin.

Klokkan 9 í gjár fekk løgreglan boð um, at ein stórur klettur var rullaður oman á Skálavíkarvegin. Hetta var einar 200 metrar frá vegamótinum til Húsavíkarvegin. 

Fráboðarin royndi sjálvur at fáa steinin av vegnum, men hann var ov tungur til tess, tí boðaði hann løgregluni frá. 

Landsverk fekk boðini og ruddaði steinin av vegnum.