Styrkilyfting: Føroya Styrkisamband skipar styrkilyfting eftir altjóða reglum

Um vikuskiftið skipaði Føroya Styrkisamband saman við Dansk Styrkeløft Forbund fyri skeiði innan styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF

Um vikuskiftið skipaði Føroya Styrkisamband saman við Dansk Styrkeløft Forbund fyri skeiði innan styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF.  Tólv skeiðsluttakarar umboðandi Yndi, Burn, Fullpower og Tvørmegi fingu B-dómaraprógv. Undirvíst varð eisini í reglugerð og fyriskipan av altjóða góðkendum kappingum.

 

Undirvísararnir vóru Klaus Brostrøm, formaður í DSF, Henning Thorsen, næstformaður og Peter Andersen, nevndarlimur og ráðgevi.  Fyrsta almenna kappingin í styrkilyfting eftir altjóða reglugerðini hjá IPF, International Powerlifting Federation verður á Føroyaleikunum leygardagin 10. juli kl 14:00 í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn,

 

Á Føroyaleikunum 8.-11. juli skipar Styrkifelag Føroya umframt kapping í styrkilyfting eisini fyri kappingum í vektlyfting, kúlulyfti og crossfit. Vektlyfting verður hósdagin 8. juli kl 18:00 og Kúlulyft fríggjadagin 9. juli kl 14:00, báðar ferðirnar í Perluni. Kappingin í Crossfit verður í Tvørmegi fríggjadagin 9. juli kl 19:00 og leygardagin 10. juli kl 12:00 og 16:00.

 

 - FSS er lutfalsliga nýtt menningarsamband undir ÍSF og arbeiðir fyri at gerast fyri sersamband. Í løtuni eru fýra styrkiítróttargreinar undir FSS: Veklyfting, styrkilyfting, kúlulyft og crossfit. Eitt av aðalmálunum er, at allar kappingar eru eftir altjóða góðkendum reglum, skrivar Styrkisambandið.