Fríggjadagin 9. juni spælir Guðrið Hansdóttir í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Konsertin hjá Guðrið Hansdóttir er partur av Summartónakonsertunum, sum m.a. verða í Vági.
Guðrið Hansdóttir byrjar at spæla klokkan 18.30.
Við sær til Vágs hevur Guðrið Hansdóttir tónleikabólk. Tey sum fara á pall eru hesi:
Guðrið Hansdóttir (sang, gittar)
Katrina Olsen (sang, saksofon)
KarlAndrias Stórá (bass)
Ari Johannesen (gittar)
Hjørtur Háberg (trummur)