Jana var aftur millum toppskjúttarnar hjá Viborg

Tvey føroyingalið vunnu og tvey føroyingalið taptu í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld

Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld. 

 

Jana Mittún helt fast við góðu gongd sína, tá hon og liðfelagarnir í Viborg á útivølli vunnu 29-26 (16-14) Sønderjyske.

 

Jana var saman við Henriette Hansen toppskjútti hjá Viborg við seks málum. Harumframt legði Jana upp til trý mál (assist). Jana vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Viborg er nummar seks í deildini við 18 stigum fyri 14 dystir.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg vunnu á heimavølli 29-26 á Aarhus. Í steðginum var Skanderborg á oddea 14-13.

 

Súna skoraði eitt mál og legði upp til fýra mál. 

 

Skanderborg er nummar níggju í deildini við níggju stigum. Bert málmunurin skilir Skanderborg frá Silkeborg-Voel, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg taptu á heimavølli 25-33 (10-15) fyri oddaliðnum, Odense.

 

Bjargingarprosentið hjá Anniku var 32 prosent, og bjargingarprosentið hjá kappingarneytanum, Johanne Graugaard var 31 prosent.

 

EH Aalborg er nummar 12 og triðaftast í deildini við seks stigum.

 

Hin landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli 25-33 (13-16) fyri Nykøbing Falster.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum. Rakul bjargaði tveimum av 10 málroyndum. Stephanie Andersen bjargaði sjey av 30 málroyndum.

 

Ringkøbing er aftast í deildini við fimm stigum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 taka Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens móti Pernille Brandenborg og liðfeløgunum í Keypmannahavn.