Í morgun klokkan 8:20 var ráðførsla í uttanlandsnevnd Løgtingsins um fyrispurning frá Dennisi Holm um fiskiveiðuavtaluna við Russland.
Nógvur spenningur var um samstarvið við Russland fyri tveimum árum síðani, tá ein meiriluti av tingfólki og flokkunum á tingi vóru ímóti samstarvinum.
Men síðani tá eru samgonguflokkarnir blotnaðir. Fleiri tingfólk taka nú undir við, at fiskiveiðuavtala verður gjørd við Russland. Tey, sum eru ímóti, siga ikki so nógv. Tí er mest sannlíkt, at samstarvið heldur fram.
Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at svarið ikki er greitt enn, og at tað skal viðgerast nærri.
– Tað kann taka drúgva tíð, men vit eru komin so langt út á árið, at tað má avgreiðast sum skjótast sigur hann.
Spurdur, sum svarið kemur um vikuskiftið, sigur hann, at hann vónar, at svarið er klárt mánamorgunin.