Synkronkompensator komin á Sund

Á Sundi er SEV nú í gongd við at seta eina battarískipan og ein synkronkompensator upp í høllini, sum er bygd til endamálið.

Nógv virksemi er í og kring nýggju battaríhøllina á Sundi, skrivar sev.fo.

 

Fyri at fáa størri part av vindorkuni í meginøkinum til høldar, er neyðugt við útbyggingum av netinum, umframt aðrari tøkniligari útgerð so sum synkronkompensatori og battarískipan.

 

Á Sundi er SEV nú í gongd við at seta eina battarískipan og ein synkronkompensator upp í høllini, sum er bygd til endamálið. Hettar er fyrsta verkætlanin av hesum slagnum í meginøkinum, og komandi árini skulu fleiri tílíkar skipanir setast upp, til tess at lofta allari vindorkuni, sum er komin og eftir ætlan kemur komandi árini.

 

Øll útgerðin er nú komin til landið, og battaríhøllin er innilokað. Synkronkompensatorin er komin undir tak í battaríhøllini, meðan bingjur við battaríum standa uttanfyri enn.

 

Arbeiðið er nakað seinkað, men arbeitt verður nú á øllum mótum. Articon ger bygningin lidnan, Install stendur fyri el-innleggingini, Demich ger HVS arbeiðið og Tangavirkið ger arbeiðið við at føra tungu útgerðina inn í høllina.

 

Tá øll útgerðin er komin uppá pláss, verður farið undir at installatiónsarbeiðið, sum væntast at vera liðugt móti sumri. Væntandi byrjar royndarkoyring í heyst.

 

##med2##

 

##med3##

 

Battarískipanin er 12,5 MW við goymslukapasiteti á 12,5 MWt. Synkronkompensatorurin er 15 MVAr.