- Eg festi garðin í august í 1995 og havi tískil 30 ára starvsdag í ár. Soleiðis havi eg longu nú sitið longri sum festari á garðinum, enn pápi gjørdi, sigur Ottar Hentze, bóndi í Uttastovugarði í Trøðum

Uttastovugarður hevur bæði mjólk, seyðakjøt og grøði

- Eg festi garðin í august í 1995 og havi tískil 30 ára starvsdag í ár. Soleiðis havi eg longu nú sitið longri sum festari á garðinum, enn pápi gjørdi. Bóndaskapurin sleit pápa mín upp. Kanska havi eg dugað eitt sindur betur at ansað eftir mær, tí eg føli, at eg saktans kann verða virkin á garðinum í nøkur ár aftrat, sigur Ottar Hentze, bóndi 

 

- Eg festi garðin í august í 1995 og havi tískil 30 ára starvsdag í ár. Soleiðis havi eg longu nú sitið longri sum festari á garðinum, enn pápi gjørdi, sigur Ottar Hentze, bóndi í Uttastovugarði í Trøðum

Í Trøðum á Sandi eru tríggir bóndagarðar, Uttastovugarður, sum er hin fyrsti, tá tú kemur inn í býlingin, í Beitinum, sum er innarlaga í Trøðum og so Miðstovugarður, sum liggur nakað innanfyri sjálvan býlingin í Trøðum.

 

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, høvdu allir hesir tríggir bóndagarðarnir bæði mjólkneyt og seyð, men nøkur ár herfyri gavst Miðstovugarður við mjólkini og seldi sína mjólkarkvotu.

Tá miðstovubóndin gavst við mjólkini, var hann 71 ára gamal og helt fyri, at nú hevði hann mjókað í skjótt seksti ár. Tískil valdi hann nú at gevast við mjólkini, meðan hann enn hevði møguleikan. 

 

Sigast skal, at Miðstovugarður – umframt seyðin – framvegis hevur nógva grøði, og her skara bæði Miðstovugarður og Uttastovugarður framúr millum føroyskar bóndagarðar. 

Klettagarður á Sandi, sum eisini hevði mjólkneyt í nógv ár, hevur nú eisini bara seyðin eftir. 

 

Soleiðis eru tveir bóndagarðar í Sands kommunu, Miðstovugarður og Klettagarður, givnir við mjólkini seinastu fáu árini, og mjólkarkvoturnar eru ikki longur í oynni.   

 

Mjólkin er miðsavnað

Hyggja vit eftir Sandoynni sum heild, vóru seks bóndgarðar her við mjólk fyri bert fáum árum síðan, men í dag eru bert tríggir eftir. 

Umframt Uttastovugarðin og garðin í Beitinum í Trøðum, er bert garðurin hjá Fróðin Kjærbo í Høvdarhaga í Skopun eftir. 

Hetta eru einastu bóndagarðar í allari Sandoynni í dag sum hava mjólk.

Eynar Martin Kjærbo, sum hevur havt mjólkneyt og seyð í Skálavík, er eisini givin við mjólkini og hevur nú bara seyðin eftir. Soleiðis er heldur eingin mjólk í Skálavík í dag.

Men, henda gongd sæst ikki bara í Sandoynni, har bøndur gevast við mjólkini.

Tað eru longu nøkur ár síðan, at eingin kúgv var eftir í allari Suðuroynni, og í Vágum er heldur eingin mjólk longur.  Sama er í Norðurstreymoy.

Mjólkin er seinnu árini vorðin meira miðsavnað í teimum størru og nýggjaru fjósunum. 

Ein stórur bóndagarður krevur nógv stráfóður, og hetta er ein avbjóðing hjá teimum flestu, sum reka hesar garðar.  

 

Lá ikki í kortunum 

Hesaferð hava vit vitjað á garðinum hjá Ottari Hentze og Jónhild Jacobsen í Trøðum á Sandi, og her á Uttastovugarðinum hava tey bæði neyt, seyð og nógva grøði.

Grøðin hevur verið ein partur av konseptinum hjá teimum nú í fleiri ár og svarar í dag til umleið ein fimting av inntøkugrundarlagnum hjá bóndagarðinum.

 

Ottar, sum er føddur í 1973, festi garðin eftir pápa sín, Jóan Petur Hentze, Petur í Uttastovu nevndur, í 1995, og tá høvdu pápin og mamman, Unni, sum er norsk, verið festarar á garðinum síðan 1970.

- Eg festi garðin í august í 1995 og havi tískil 30 ára starvsdag í ár. Soleiðis havi eg longu nú sitið longri sum festari á garðinum, enn pápi gjørdi. 

Tað lá tó ikki í kortunum, at Ottar skuldi festa garðin, tí hann hevði ein eldri beiggja, sum longu tá hevði tikið eina góða landbúnaðarútbúgving. 

- Sjálvur hevði eg lært til bilmekanikara, og eg hevði eisini tikið maskinistútbúgving, men tá tað gjørdist greitt, at garðurin stóð mær í boði, fór eg beinanvegin á landbúnaðarskúla í Noregi.

Hann vísir á, at við tað, at hann longu tá hevði tikið eina yrkisútbúging, gjørdist tíðin á skúlanum tvey ár við møguleika fyri at taka onkur modul aftrat, um hann helt seg hava brúk fyri tí.

- Jónhild og eg høvdu ikki verið leingi saman, tá eg festi garðin og fór í skúla. Mær hevði altíð dámt væl at arbeitt á bóndagarðinum, og Jónhild hevði mammu úr Tjørnuvík, har tey eisini høvdu seyð. 

So, seyður og landbúnaður var ikki fremmant hjá teimum báðum, sum nú í skjótt 30 ár hava staðið fyri rakstrinum av Uttastovugarðinum í Trøðum.

 

Familjan um garðin

Ottar Hentze vísir á, at hóast foreldrini eru komin nakað upp í árini, er pápin framvegis til stóra hjálp á garðinum, har hann serliga tekur sær av at passa seyðin.

Síðan er tað annar av synunum hjá Ottari og Jónhild, sum er føddur í 2002, sum er óførur og brúkar nógva tíð á garðinum.

- Foreldur míni gjørdu stórar íløgur á bóndagarðinum, serliga við tí endmáli at fáa seyðin oman úr haganum og undir tak ein stóran part av árinum.

Seyðurin verður fóðraður einar fimm mánaðir um árið. Hesa tíðina verður hann tikin úr haganum og gongur út og inn her niðri á bønum. 

- Her í Trøðum er vanligt, at meginparturin av seyðinum verður tikin úr haganum hesar mánaðirnar av árinum og verður fóðraður heima. 

Hetta ger, sigur bóndin, at hagin verður minni bitin, og lombini eru eisini vorðin nógv betur.

Ottar tekur saman um og sigur, at tað serliga eru hann, Jónhild, sonurin og pápin, sum dagliga taka sær av tí mesta á garðinum. 

- Meðan pápin passar seyðin, taka vit okkum av neytunum, mjólkini og grønmetinum, sum eisini er ein stór uppgáva.

Ottar heldur fyri, at sjálvur hevur hann havt góða kropsliga heilsu, og hann merkir ikki nær til tað slit í kroppinum, sum pápin hevur merkt hesi árini. 

- Eg vil siga, at bóndaskapurin sleit pápa mín upp. Kanska havi eg bara dugað eitt sindur betur at ansað eftir mær, tí eg føli, at eg saktans kann verða virkin á garðinum í nøkur ár aftrat.

 

Ikki fleiri livibreyð

Ein bóndagarður av tí støddini, sum Uttastovugarður er, kann ikki bera fleiri familjur fíggjarliga, og bóndin ásannar eisini, at tað stundum kann gerast nokso einsligt bara at arbeiða millum kríatúrini á einum bóndagarði.

- Í dag hava vit eitt niðurgoldið fjós, og vit skylda ongar pengar. Tí kunnu vit gevast í morgin, um tað skal vera. 

Í fleiri ár hevur Ottar sagt, at hann ætlar sær ikki at vera “fangaður” á garðinum, um tann tíðin kemur, at hugurin ikki er meira, og eingin er at taka yvir.

Ottar væntar tó, at sonurin, sum er so óførur og áhugaður í bóndagarðinum, fer at taka yvir, tá tann tíðin kemur, men hetta fer so at vísa seg til ta tíð.

Ungi maðurin hevur tikið sína landbúnaðarútbúgving í Suðurjútlandi, sum skal til, um hugur verður at festa garðin seinni.

- Tað er mjólkin, sum er berandi inntøkan á garðinum, tó at tað er avmarkað, hvat mjólkin undan 18-20 neytum kann geva, og síðan er seyðurin og grøðin eitt gott íkast aftrat.

Vit kunnu leggja aftrat, at felags fyri bóndagarðarnar í Trøðum er, at teir hava einbýtishagar, sum merkir, at garðarnir hava hvør sín haga.

Hagin hjá Uttastovugarði er hagin norður móti Skopunarbygd. Hetta er høgligur hagi, har koyrandi er fram við vestara parti av haganum og eisini ígjøgnum ein stóran part av haganum.

 

20 básar í fjósinum 

Í fjósinum á Uttastovugarði eru 20 básar, og vanliga liggja mjólkneytini millum 18 og 20 í tali, og mjólkarkvotan er 173 tons um árið. 

- Hetta er eftir mínum tykki eitt hóskandi litratal til verandi brúk og umstøður hjá okkum. 

Ottar Hentze vísir á, at tá tú hevur eini 18-20 neyt sum mjólka, hevur tú gjarna umleið tað tvífalda av ungneytum á garðinum. 

- Tað vil altíð vera soleiðis, at nøkur neyt verða dripin og flett gjøgnum árið. Hetta eru neyt, sum ikki eydnast. Tey kunnu hava onkrar skavankir, sum gera, at tey ikki roynast optimalt.  

Bóndin vísir á, at neytakjøtið er nógv eftirspurt, og hann dylur ikki fyri, at hakkikjøtið gongur sum heitt breyð.  

- Vit selja alt neytakjøtið sjálvi, og her hava vit arvað fleiri viðskiftafólk, sum foreldur míni høvdu, tá tey stóðu fyri rakstrinum av garðinum. Neytakjøtið gongur so mikið væl, at mest sum alt er longu selt, áðrenn vit hava tað, sum hann tekur til.

Nakrir tarvkálvar koma eisini, og oftast er tað onkur, sum keypir teir og setir teir við, og onkrar hava tey sjálvi. 

- Gjarna slepst av við størra partin av tarvkálvunum, sigur hann. 

Tá tú fæst við mjólkneyt, hevur tú kanska onkuntíð ov nógv kríatúr, og onkuntíð hevur tú í undirtali av neytum, sum mjólka. 

- Tað kann vera eitt sindur trupult at stýra hesum neyvt, leggur hann aftrat. 

Áseyðatalið hjá Uttastovugarði liggur um 175, og eins og neytakjøtið selur væl, gongur eisini væl at sleppa av við seyðakjøtið, sum garðurin ber.

Grøðina fara vit at venda aftur til seinni í greinini. 

 

Hava bestu mjólkina

Tey nýggjaru fjósini, sum eru komin, hava mjólkirobottar, har kýrnar sjálvar ganga inn til robottin og verða mjólkaðar eftir tørvi, men so framkomin eru fjósini í Trøðum á Sandi ikki.

 

- Vit hava somu mjólkimaskinur, sum vit fingu longu í 1982, og hesar rigga framvegis væl. Her veitir MBM eina góða tænastu. Tey senda gjarna fólk suður higar um várið, og tá verða maskinurnar skrúvaðar sundur og settar saman aftur.  

Ottar Hentze vísir á, at hevur garðurin brúk fyri hjálp til maskinurnar aðrar tíðir av árinum, eru tey hjá MBM altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond og senda fólk suður. 

Á garðinum gera tey vanligt viðlíkahald av maskinunum gjøgnum árið, og tey klára eisini flestu uppgávur sjálvi, men tey eru sera væl nøgd við tænastuna, sum MBM veitir garðinum, tá brúk er fyri hjálp.  

- Hetta er ein fín tænasta, sum er virkin 24 tímar um samdøgnið og sum hevur riggað ógvuliga væl, leggur hann aftrat.

Eitt, sum órógvar Ottar, er, at djóralæknar eftir hansara tykki viðhvørt hugsa øðrvísi um djóravælferð enn fólk vanliga gera, ið hava fingist við kríatúr alt lívið.

- Soleiðis skilja vit eisini, at djóralæknar vilja av við gomlu básafjósini, og hetta ger tað ikki lættari hjá okkum. Vit noyðast sjálvsagt at akta, men vit hava tó einki skeringsdato sæð enn, nær hetta verður galdandi.

Bóndin sigur, at tað eru básafjósini, sum sambært MBM framleiða ta bestu mjólkina, og hetta er mjólk, sum verður kannað við hvørjari heinting.

- Hevur tú básafjós, kanst tú fylgja við hvørjari einstakari kúgv alla tíðina, og er okkurt á vási, kanst tú seta neyðug tiltøk í verk, sigur hann.

Ungneytini hjá Uttastovugarði eru mest møguligt úti; tey fara út um várið og innaftur um heystið, og mjólkneytini eru eisini úti nakrar dagar um summarið.

 

Eingin ferðavinna

Á bóndagarðinum hjá Ottari og Jónhild er eingin ferðavinna, men tá pápin og mamman róku garðin, høvdu tey nakað av ferðavinnu í einari fjallasmáttu, sum tey hava uppi í Slavansdali.

- Tá mamma er norsk, helt hon, at tey sjálvsagt skuldu hava eina smáttu, sum eru so kendar í Noregi, og her høvdu tey ferðavinnuvirksemi, sum riggaði sera væl í fleiri ár, men nú eru fleiri ár síðan, at tey góvust við hesum.

Ottar heldur ikki, at hann hevði verið so vælegnaður at fingist nakað serligt við ferðavinnu – annað enn tað, tey kunnu selja av grøði og øðrum av garðinum til bæði føroyingar og útlendingar, sum spyrja eftir teirra vørum.

- Ferðavinna er nakað, sum tú skalt hava tíð til og sum tú skalt tíma. Eg haldi, at tað er meira kompliserað at fáast við menniskju enn við kríatúr og grøði, sigur hann brosandi.

Tað er tó ikki ókent, at Ottar onkuntíð sæst mitt í stóru eplaveltuni – ella í kálinum – og veipandi greiðir frá tí, sum her fer fram, og hann er eisini sæddur í veltuni ella kálinum við fleiri útlendingum í senn.

So, heilt eiðasørur er hann neyvan, tá til stykkist kemur! 

 

Flettingin er eitt spæl

Vit spyrja eisini bóndan, hvussu tað gongur at fáa slaktið til høldar, tá tann tíðin er fyri um heystarnar. 

- Slaktið kennist ikki møtumikið. Gingið verður á fjall í tveir dagar, tá alt gongur væl, og síðan tekur tað tríggjar dagar at fletta og taka slaktið upp.  

Hann sigur, at Uttastovugarður hevur góða hjálp í familju og vinum, og sjálvi eiga tey tveir synir í góðum árum. 

- Tá slaktið er fyri, er tað ikki meira enn, at eg sleppi uppí part so ófør, sum familja og hjálparfólk eru, sigur hann brosandi.

Flett verður við talju.   

- Uppgávan hjá flettarunum er at tumma fyri, har skinnið skal loysast av bringu, hálsi og frambeinum, áðrenn taljan kann festast í.

Men, á einum garði við bæði neytum, seyði og nógvari grøði, gongur nógv fyri seg um somu tíð, tá mest er at gera, og kríatúrini skulu bæði passast og røktast alla tíðina. 

Tískil eru Ottar og Jónhild ongantíð arbeiðsleys, men alt kennist lættari, tá fleiri eru um at lyfta uppgávurnar.

- Sama er við grøðini, har eplini telja nógv mest í nøgd. Síðan koma røtur, gularøtur, garðakál og ymiskt annað, sum vit dyrka.

Her eru skúlabørn og ung eisini ein stór hjálp, tá lúkast skal í stóru veltunum og kálunum, og tað eru fleiri, sum her hava tjent sínar fyrstu krónur.

 

Fjósætlan datt niðurfyri 

Í eina tíð arbeiddu tríggir bøndur í Sandoynni, traðarbøndurnir, Ottar Hentze og Jógvan Joensen og bóndin í Skálavík, Eynar Martin Kjærbo, við einari ætlan at byggja eitt felags nútímans fjós á landbúnaðarjørð hjá Ottari í Trøðum.  

Men, henda verkætlan bar ikki á mál, tí tað eydnaðist ikki at fáa byggiloyvi til fjósið, har ætlanin var, at tað skuldi byggjast – tó at hetta var á landbúnaðarjørð.

- Tað tyktist eitt sindur undarligt, at vit sum bøndur kundu lata jørð til sethús um hesar leiðir, men tá vit ætlaðu at byggja okkum eitt felagsfjós, fóru fólk upp á bakbeinini. Øll gjørdust ávirkað av øllum, og verkætlanin datt niðurfyri.

Ottar heldur, at skal tað framhaldandi bera til at reka bóndavirksemi við neytum í Trøðum, verður neyðugt at byggja eitt nýtt fjós til virksemið, tí krøvini til tað, tey rópa djóravælferð, eru herd, og her verður neyðugt við einari íløgu.

- Eg trúgvi, at antin mugu vit byggja okkum eitt nýtt fjós innan eini tvey ár – ella mugu vit gevast á hendur við mjólkini, sigur bóndin í Uttastovu.

Hann leggur aftrat, at ein ógvuliga stórur trupulleiki – ja, helst størsta avbjóðingin í løtuni – er grásin og bramgásin, sum fara ógvuliga illa við grøðini, tá ágangurin er størstur. 

- Her er eitt ótal av gás, og vit missa ófatiliga nógva grøði av gásini, og bæði bøur og hagi missa eisini nógv bit. Vit hava loyvi at skjóta, sum ræðir fuglin nakað, men hetta er einki serliga hugaligt, tá tú kanst føla, at onkur hyggur at tær og undrast, hví tú ikki gevur fuglinum frið.

Bóndin vísir á, at tá gásin um várarnar heldur grasinum niðri yvir eina longri tíð, fyllist bøurin við ókrúti, og tá verður lítil vøkstur til kríatúrini at liva av.

- Gásin er komin fyri at vera, og tað kann gerast trupult at sleppa av við hana aftur, tí hon er í so velduga stórum tali, sigur Ottar Hentze.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

- Eg festi garðin í august í 1995 og havi tískil 30 ára starvsdag í ár. Soleiðis havi eg longu nú sitið longri sum festari á garðinum, enn pápi gjørdi, sigur Ottar Hentze, bóndi í Uttastovugarði í Trøðum

- Ferðavinna er nakað, sum tú skalt hava tíð til og sum tú skalt tíma, sigur Ottar Hentze