Tíbetur eru tað IKKI færri sum fáa staðfest krabbamein

Mátin, vit hava bast koronu upp á, er orsøkin, sigur lækni

 

– Í fleiri londum hevur talið á staðfestum tilburðum av krabbameini verið lægri hesa seinastu tíðina, enn tað plagar at vera – og til tað er korona, sum er orsøkin. Tað staðfestur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, í eini grein, hann hevur skrivað fyri Krabbameinsfelagið.

Men í Føroyum er korona, eftir øllum at døma, handfarin so skynsamt, at vit, tíbetur ikki síggja hesa gongdina her á landi, leggur hann afturat.

Hann vísir á, at í fleiri londum uttan um okkum, hevur koronufarsóttin havt ávirkan á, hvussu nógvir tilburðir av krabbamein verða staðfestir. Færri tilburðir eru staðfestir í ár, umframt at krabbamein eisini hevur verið staðfest seinni í sjúkugongdini enn vanligt.

Hetta hava tey kannað í Stóra Bretlandi, USA, Hollandi, Svøríki, Norðurírlandi, Danmark og aðrastaðni.

Í Føroyum er títtleikin av krabbameini tann sami, ella eitt sindur hægri, í mánaðunum, korona hevur herjað, smanborið við sama tíðarskeið hesi seinastu fýra árini. Í mars og apríl mánað vóru tølini nakað hægri enn undanfarin ár, sigur læknin. Hann vísir eisini á, at tølini sveiggja nakað frá ár til ár, men tað er væntand, tá ið tilburðirnir eru so fáir.

Tá ið færru tilburðir verða staðfestir í londunum uttan um okkum, er tað neyvan tí at tað í roynd og veru eru færri tilburðir av krabbameini, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hann sigur, at heldur er talan um tað ikki verður uppdagað og tískil verða ikki allir tilburðirnir ikki verða staðfestir.

Út frá hagtølum er tað trupult at vísa á hví so er, men væntandi eru tað serliga tvær orsøkir. Onnur er, at heilsuverkið hevur verið ovbyrjað av koronu. Hetta er eisini galdandi fyri kommunulæknarnar, ið ikki hava havt umstøður at taka ímóti sjúklinginum, ella sum hava drálað við at senda sjúklingar til nágreiniligari kanningar.

Hin orsøkin kann vera, at fólk hava aftrað seg at fara til lækna, tí tey hava borið ótta fyri at verða smittað við koronu, ella tí at tey ikki hava viljað ovbyrjað heilsuverkið, serliga  ta fyrstu tíðina, farsóttin herjaði.

Hann sigur, at tølini í Føroyum eru útvegað úr sjúklingajournalum, og allar staðfestar tilburðir krabbameins eru taldir við.

Marnar Fríðheim Kristiansen sigur, at úrslitið av mátanum, vit hava handfarið koronu upp á, er, at vit hava verið minni ávirkað av strongum tiltøkum. Heilsuverkið hevur heldur ikki verið so nógv ávirkað av, at fólk hava verið innløgd við koronu, sum vit stúrdu fyri. Tað kann vera orsøkin til, at staðfestu tilburðirnir av krabbameini ikki eru fækkaðir í Føroyum, eins og teir eru aðrastaðni.

– Hetta er at fegnast um, tí tað er týdningarmikið, at krabbamein verður staðfest tíðliga, so at viðgerð kann verða veitt á besta hátt, sigur hann.

Umframt at hendan uppgerðin hevur týdning fyri føroyska heilsuverkið og krabbameinsøkið í Føroyum, verður hon eisini brúkt til millumtjóða samanbering ímillum Norðurlond. Endamálið er at síggja, hvussu tað hevur ávirkað krabbameinsøkið, at korona er handfarið so ymiskt.

– Hóast tølini í Føroyum ikki hava verið ávirkað, er týdningarmikið at leggja dent á, at hava fólk sjúkueyðkenni, sum kunnu vera tekin um krabbamein, er tað avgerandi at tey seta seg í samband við kommunulæknan, sigur hann.

 

##med2##

Allir krabbameinstilburðir eru gjørdir upp fyri hvønn mánað árini 2016-2020. Tølini eru aldurssett eftir norðurlendskari støðisvekt. Keldan til hagtølini er sjúklingajournalir, har fyrsta krabbameinsdiagnosan er tikin við. Reyði stabbin eru tølini í 2020. Teir bláu stabbarnir vísa tølini frá 2016-2019 og tann grøna linjan er miðal fyri árini 2016-2019. Talið av nýstaðfestum krabbameinstilburðum er ikki lækkað, hóast tað kundi verið væntandi, um so var, at korona hevði tarnað heilsuverkinum í vanliga virkinum at viðgera og útgreina. Úrslitini benda á, at góða handfaringin av koronufarsóttini í Føroyum hevur tryggjað, at heildarútgreinanin av krabbameini ikki hevur verið stórvegis ávirkað.

 

Vit hava meiri um eina løtu