Tað sæst í svari frá Uttanríksi- og vinnumálaráðnum í sambandi við nevndararbeiðið hjá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum í hesum døgum arbeiðir við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.
Nevndin spyr ráðið, um tað á nakran hátt kann virka kappingaravlaðandi at eitt ávíst vinnufelag fær stuðul á fíggjarlógini?
Her svarar Uttanríkisð- og vinnumálaráðið, at hóast TUTL varð skipað sum smápartafelag, hevur tað verið rikið sum eitt áhugafelag og ikki sum eitt vanligt vinnufelag.
– Sum ein staðfesting av hesum, verður í hesum døgum arbeitt við at avtaka SP/F TUTL International. Tað verður áhugafelagið “Plátufelagið TUTL”, sum fer at yvirtaka allar ognir og skyldur. Á aðalfundi 19. september í ár hevur Plátufelagið TUTL broytt viðtøkurnar samsvarandi.
– Frameftir verður tað sostatt áhugafelagið, sum rekur felagið víðari, og einki vinnuligt felag ella nakar privatpersónur fær fíggjarligan vinning av at eiga TUTL, skrivar Uttanríks- og vinnumálaráðið í svarinum. Og ráðið heldur fram:
– TUTL, sum gevur omanfyri 90% av øllum føroyskum tónleiki út, hevur øll árini verið drivið við eldhuga. Raksturin hevur altíð verið tungur, tí tað eru ikki nógvar føroyskar útgávur, sum bera seg. Strategiin at geva allan føroyskan tónleik út, hevur hinvegin ríkað føroyska tónleikalívið soleiðis, at tað nú ber til at tosa um eina veruliga føroyska tónleikavinnu, har tað nú eru rættiliga nógv fólk, ið kunnu liva av tónleiki.
TUTL er ein ómissandi partur av undirstøðukervinum fyri føroysku tónleikavinnuna, og stuðulin er avgerandi fyri, at virksemið kann halda fram.
– Mett verður ikki, at tað er kappingaravlagandi at veita útgávufelagnum TUTL stuðul. Mettverður hinvegin, at útgávufelagið hevur so mikið stóran týdning fyri føroyskan tónleik, at tað er neyðugt, at virksemið verður stuðlað, so at tað framhaldandi verður møguligt at útgeva fjølbroyttan tónleik og eisini útgávur, sum ikki bera seg fíggjarliga, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.