Tað eru útlendingar sum flyta til Føroyar

Føroyar høvdu í 2024 eina nettotilflyting, við nettotilflytingin av útlendingum, meðan tað var nettofrátflyting av føroyingum.

 

Í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum sæst, at síðani 2021 hevur meirilutin av nettotilflytingini til Føroya verið útlendingar. Nettotilflytingin av útlendingum í arbeiðsførum aldri var á sínum hægsta stigi í 2022, er minkað síðan. 

Tað hevur verið ein stór tilgongd av útlenskum starvfólkum seinastu árini. 

Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum í samlaða búskapinum útlendsk, í 2024 var parturin hækkaður til 8%, ið svarar til á leið 2.300 starvsfólk. 

Serliga síðani fast track skipanin kom í november 2021 hevur tilgongdin verið stór. 

Í 2022 var vøksturin í útlendskari arbeiðsmegi 24%, í 2023 var vøksturin 10% og í 2024 2%. 

Tvs. at tað er líkt til at stóra tilgongdin av útlendksum starvsfólkum er hæsað av, sigur Búskaparráðið.