Einasti føroyski leikarin, ið fekk ein leiklut í týsku bundesliguni í dag var Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Elias og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli 29-24 á Rhein-Neckar Löwen. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Elias skoraði trý mál og legði upp til tvey mál (assist).
Füchse Berlin uttan nakran leiklut til Hákun West av Teigum í dag vann greitt á heimavølli 38-29 (21-17) á Wetzlar.
Hannover Burgdorf uttan ein skaddan Vilhelm Poulsen vann á heimavølli 33-32 (16-18) á Hamburg.
Ígjár skoraði Jóhan á Plógv Hansen fýra mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt leiktu javnt 27-27 (14-14) á útivølli móti Göppingen.
Tað er sera tætt og spennandi í oddinum í bundesliguni:
##med2##