So greiður er Sjúrður Skaale, tá vit spyrja um tað sum Hans Pauli Strøm, fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður Javnaðarfloksins og núverandi starvsnevndarlimur, hevur skrivað á Facebook um tað, sum Sjúrður Skaal hevur skrivað um kríggið í Gaza og um mótmæli í Føroyum.
Hans Pauli Strøm skrivað soleiðis á Facebook í gjár:
» Eg taki frástøðu frá villu og púra ósakligu skrivingini og filmsrøðunum hjá Sjúrði Skaale. Tað geri eg sum privatpersónur og sum limur í starvsnevnd Javnaðarfloksins. Tað er neyðugt fyri meg at boða frá hesum, tí at Javnaðarflokkurin við síni óskiljandi tøgn verður lagdur undir at taka undir við antipalestinsku framferðini hjá Sjúrði Skaale, tí tað gera vit sjálvsagt ikki. Eg kann leggja aftrat, at vit hava á fundi í starvsnevndini umrøtt hetta málið og heitt á Sjúrð Skaale um ikki at øsa hetta málið upp, tí vit eru nógv, sum ikki kunnu góðtaka einoygdu skriving og talu hansara. At hann kortini heldur fram í somu øði harmist eg um. Men lat meg gera greitt: hann ger tað uttan av hava nakrað heimild til tess frá Javnaðarflokkinum. Hinvegin ótolnist eg og fleiri við mær eftir, at Javnaðarflokkurin kemur við eini greiðari útmelding um støðu sína í hesum máli, á sama hátt sum t.d. norski sosialdemokratiski stjórnarflokkurin«.
Men sambært Sjúrði Skaale, so passar tað ikki, sum Hans Pauli Strøm skrivar. Sjúrður Skaale hevur onga áheitan fingið, og hann hevur als ikki hoyrt um nakað slíkt yvirhøvur, sigur hann.
Í kvøld klokkan 19 skipar »Samhugi fyri Palestina« fyri tiltaki í Speaker's Corner uttan fyri Løgtingið, har millum annað Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna Javnaðarfloksins, fer at halda røðu og Kári Sverrisson fer at spæla nøkur løg.