Tættari samband mullum ung í ríkisfelagsskapinum

Sambandsflokkurin hevur á Fólkatingið arbeitt fyri at seta á stovn eina verkætlan, ið skal styrkja um sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum. Talan er um eina royndarverkætlan, sum millum annað Dansk Ungdoms Fællesråd (DUF) er við í, og sum Fólkatingið hevur játtað pengar til í 2022 og 2023.

 

Verkætlanin gevur ungum møguleika at ferðast og samstarva innan ríkisfelagsskapin. Endamálið er at beina fyri fordómum í ríkisfelagsskapinum og kunna ung um mentanarligu munirnar, ið eru millum Føroyar, Grønland og Danmark.

 

Tá eg í desember í fjør avloysti Edmund Joensen í fólkatinginum, spurdi eg Mette Frederiksen, forsætisráðharra, hvat hon helt um kunningina, sum ung í Danmark fáa um Føroyar og Grønland.

 

Forsætisráðharrin svaraði, at onkur hevði skemtandi sagt við hana, at við tíðini høvdu fleiri donsk børn verið í Teilandi enn tað høvdu verið í londunum í ríkisfelagsskapinum. Hon var samd í tí, at vit í ríkisfelagsskapinum hava nógv felags áhugamál, og tí var stjórnin sinnað at stuðla undir arbeiðið at styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum.

 

Sambandsflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri tøttum sambandi millum londini í ríkisfelagsskapinum, og har skal ungdómurin eisini vera ein natúrligur partur.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

valevni fyri Sambandsflokkin