Í kvøld eru tey aftur rakt í Gjerdrum

Tað er minni enn eitt ár síðan herviliga leirskriðulopið í Gjerdrum, har tíggju fólk lótu lív, og í kvøld er eldur í einum raðhúsum við fýra íbúðum við kantin av skriðulopinum.

 

Tað var hin 30. desember í fjør, at tíggju fólk í Ask í Gjerdrum í Noregi lótu lív, tá ein stór leirskriða tók níggju hús við sær, har tilsamans 30 fólk búðu.

 

Hetta var ein sera óhugnalig hending, tá leirlendið líka sum leyp undan húsunum og setti djúp spor í annars hugnaliga umhvørvið um hesar leiðir.

 

Í kvøld eru fólk í økinum aftur órógvað, og tey keðiligu og óhugnaligu minnini frá vanlukkunum fyri sløkum ári síðan koma framaftur.

 

Eldur er í einum raðhúsum í økinum, har eingin hevur búð síðan herviliga leirskriðulopið. Eingin veit, hví eldur er komin í, tí í húsunum er eingin streymur.

 

- Eldurin vekir óhugnalig minni, sigur borgarstjórin í Gjerdrum kommunu, Anders Østensen, við norska kringvarpið, NRK nú um midnáttarleitið í kvøld.

 

Hann vísir á, at kommunan hevur skipað tað soleiðis, at borgarar í økinum kunnu savnast í mentanarhúsinum, eins og høvi hevur verið síðan leirskriðulopið í fjør, og her eru fólk longu komin í kvøld.

 

##med2##

 

Sløkkiliðið í økinum sigur við NRK, at talan er um eini raðhús við fýra íbúðum, sum eldur er í, og raðhúsini liggja við kantin av leirskriðulopinum. 

 

- Vit eru her við fleiri bilum. Raðhúsini standa í ljósum loða, og vit arbeiða við at tryggja økið kring húsini. Vit hava ongan møguleika at fara inn í økið orsakað av vanda fyri skriðulopi, sigur vaktleiðarin hjá sløkkiliðnum.

 

Eldurin hevur elvt til nógvan royk í økinum, og løgreglan hevur heitt á fólk um at halda seg innandura og at hava vindeygu og hurðar aftur.

 

- Nú vóni eg ikki, at fólkini, sum búgva her, fara at fáa meira oman yvir seg. Tað er óneyðugt, at náttarsvøvnurin aftur verður órógvaður av enn einari keðiligari hending. Vit vita, at hetta vekir minnir, sigur borgarstjórin, Anders Østensen, við NRK.

 

 

 

So ógvusligt var leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum fyri sløkum ári síðan.