Hjúnabandið er eitt sterkt samband "millum mann og kvinnu", sigur nývaldi leiðarin í katólsku kirkjuni, Leo XIV pávi.
Tað segði pávin í røðu fyri diplomatiska korpsinum í Vatikaninum í dag.
Í hesum sambandi legði hann dent á týdningin av familjuni sum grundarlag fyri "samleika í samfelagnum", skrivar tíðindastovan Reuters.
Í tíðini hjá undamanninum hjá pávanum, Frans páva, flutti katólska kirkjan seg ein veg, sum fleiri í konservativum høpi ikki dámdu.
Hetta var millum annað í mun til meira modernaðu linjuna hjá Frans páva við minni stirvnum støðum í málum sum samkyndum hjúnalag.
Nývaldi Leo pávi hevur verið sæddur sum ein brúgvabyggjari, sum kann bera arvin hjá Frans páva og framsøknari leiðslu fyri kirkjuna víðari.
Men hann hevur eisini verið lýstur sum meira undirgivin enn undanmaður hansara og væntast ikki at taka frástøðu frá teimum konservativu pørtunum av kirkjuni í sama mun.
Fundurin hjá Leo páva við sendiharrarnar er partur av eini røð av fundum og formligum tiltøkum, sum byrja skeiðið hjá nývalda pávanum.
Pávin brúkti eisini høvið til at bera boðskapin um, at "virðini" hjá tilflytarum skulu virðast.
Pávin, sum kemur úr USA og hevur búð í Peru í fleiri ár, lýsti seg sjálvan sum ein "eftirkomara av tilflytarum", og eftir hetta heitti hann á um samkenslu og samleika við fólk, sum eru flýdd.
69 ára gamli nýggi pávin kemur úr Augustiniansku skipanini, sum er ein katólsk klosturskipan, har hann tvær ferðir varð valdur til leiðara.
Hann hevur eisini verið erkibiskupur í Chiclayo í Peru og prestur í heimbygdini Chicago, áðrenn hann varð gjørdur til kardinal av Frans páva í 2023.
Á fyrstu messuni hjá Leo páva í síðstu viku heitti hann á katólsku kirkjuna um at berjast ímóti vantandi trúgv. Kirkjan skal røkka út har, sum "manglandi trúgv" er, og har fólk helst vilja hava "tøkni, pengar, eydnu, vald ella gleði", stendur í fráboðanini.
/Ritzau/