Sambandsflokkurin hevði saman við góðum flokkum politisku leiðsluna í Føroyum, tá búskaparkreppan herjaði árini 2008 til 2013 - vit komu væl og trygt og styrkt útaftur hinumegin kreppuna, tí vit tóku fleiri rættar, enn skeivar avgerðir.
Sambandsflokkurin hevði leiðsluna saman við góðum flokkum undir koronufarsóttini, har Føroya fólk tók størsta takið - vit komu væl og trygt og styrkt útaftur hinumegin farsóttina, tí vit tóku fleiri rættar enn skeivar avgerðir.
Sambandsflokkurin er í landsins leiðslu, nú vit eftir øllum sólarmerkjum at døma renna okkum inn í tann triðja stormin ella ódnarveðrið, The Perfect Storm.
Tað verða stórar avbjóðingar á felagsmálum á Fólkatingi, innan trygdar- og verjupolitisk mál, og innan veitingartrygd av neyðsynjavørum.
Sambandsflokkurin er eitt gott og virðilig boð uppá eina trygga íløgu í ein fólkatingssess.
Vit vilja útvikla og modernisera Ríkisfelagsskapin.
Hondina á hjartað, so haldi eg, at tað tryggasta kortið við hópin av politiskum leiðsluroyndum, er okkara flokkur, Sambandsflokkurin.
Set X við
Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið