THW Kiel vann seg í týsku steypafinaluna

Longd leiktíð mátti til

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel kappast í hesum døgum í Final Four í týsku steypakappingini í Köln.

 

Tað eydnaðist Kiel at vinna seg í finaluna aftaná harðvunnan 32-31 sigur á Rhein-Neckar Löwen aftaná longda leiktíð.

 

Kiel var aftanfyri 14-17 í steðginum. Tað eydnaðist at knógva ein javnleik 28-28 aftaná vanliga leiktíð, og í longdu leiktíðini áttu norðurtýskararnir tann lítla munin, ið bar sigurin heim.

 

Elias var ikki millum málskjúttarnar ella teir sum høvdu upplegg til mál (assist) í dag. 

 

Danski Emil Madsen stórspældi fyri Kiel í dag. Hann skoraði heili 11 mál í dystinum. 

 

Men longu í morgin klokkan 14.35 er steypafinala móti antin Melsungen ella Balingen-Weilstetten, og vónandi verður eitt størri íkast at síggja frá Eliasi tá.