Tíðindafundurin: Nøgdir og ónøgdir

Håkan Ericson er partvís nøgdur, og partvís ónøgdur við avrikið móti Moldova

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Håkan Ericson er partvís nøgdur, og partvís ónøgdur við avrikið móti Moldova. Á tíðindafundinum í dag boðaði landsliðsvenjarin frá, at tað verða upp til sjey broytingar á liðnum til dystin í annaðkvøld móti Norðurmakedónia.

 

- Uppstarturin hevur órógvað flestu av spælarunum og tí mugu vit gera fleiri broytingar. Vot kom at gera fimm, seks ella kanska sjey broytingar til komandi dystin, segði Håkan Ericson.

 

Á tíðindafundinum bleiv eisini tosað um dystin móti Moldova, sum endaði við javnleiki 1-1. Eftirmetingin er í tveimum.

 

- Vit hava sitið á einum longri fundi og greinað dystin. Hyggja vit eftir dystinum úr einum tyrlusjónarhornið, so hava vit átta spælarar frá byrjan, sum bara hava spælt ein landskappingardyst í uppstartinum. Vit fáa stig á útivølli og tað er á eini leið, sigur Håkan Ericson.

 

- Men tá vit fara í smálutir við dystinum, so er nógv ting, ið vit ikki eru nøgdir við. Vit føla at vit eiga at kunna vinna dystin, men tað henda fleiri ting, sum vit ikki eru nøgdir við, forklárar Håkan Ericson.

 

Føroyar spæla í morgin klokkan 17 móti Norðurmakedónia.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)