Eg minnist væl aftur á okkara síðsta kaffimunn saman á Hvíldarheiminum Naina í næst síðstu viku, áðrenn leiðin hjá tær gekk til Danmarkar, har tú skuldi taka enn ein strævnan kamp. Tú var jaligur hettar kvøldið á Hvíldarheiminum og var klárur til at berjast móti sjúkuni. Hendan kampin vanst tú tíverri ikki góði morbror – kroppurin orkaði ikki meir!
Tit vóru 5 systkin: Niels, Torbein, Bjarni, tú og mamma. Mamma og tú vóru yngst av tykkum 5, og tað er eingin ivi um, at tit bæði altíð hava havt eitt gott og tætt samband - líka til tað seinasta. Nú er bert mamma eftir av tykkum systkjum.
Eg havi so ómetaliga nógv at takka tær fyri. Aldursmunurin okkara millum merkir, at eg ikki minnist teg sum fótbóltsleikara. Men við tínum góða minni og ikki minst evnunum at fortelja søgurnar um allar tykkum legendurnar í B36 (Ólavur Herup Olsen, Hugin Samuelsen, Baldvin, Tórður Holm o.a.) so føldist tað, sum um eg hevði staðið á síðulinjuni og heppað á tykkum allar í Gundadali.
Tú eigur eitt stórt pláss í mínum hjarta, Árni. Tað eru óteljandi telefonsamrøður, vit báðir hava havt saman áðrenn og eftir hvønn dyst – bæði sum leikari, og ikki minni eftir at eg gjørdist venjari.
Tú dugdi væl at lurta, men var ikki bangin fyri at siga tína erligu og kontantu meining. Hesar samtalur okkara millum hava hjálpt mær ómetaliga væl. Men ikki bara í fótbólti vart tú góður í ráðum. Eisini í øðrum lívsins viðurskiftum var tú altíð klárur við góðum ráðum –eisini tá eg og aðrir bygdu Bilrøkt upp.
Eg minnist, hvussu glaður eg var at síggja teg, fyrst sum leikari og seinni sum venjari, standa við bandan/hurðina í B36-húsinum, beint áðrenn tú fer inn í húsið, har tú – óðansæð hvussu hevði gingist – altíð kom við onkrari viðmerking, sum eg fekk brúkt.
Tú hevur sjálvur roynt tað at vera venjari, hetta hjá SÍ, LÍF og B36. Tað hevur tú ofta prátað við meg um, og haldi eg eisini, at eg merkti tað á tær, at tú var eitt sindur við mær á bonkinum í B36 árini 2017-2020.
Seinni endaði eg í B68, og eisini her var tú mær ein góður stuðul, og var tú á Svangaskarði bæði til venjingar á dystir.
Tó er eingin ivi um, hvar hjartað hjá tær var. Tú var ein B36'ari við stóra B, og dámdi tær væl at fara oman til Pingvin-kaffi, tá tú orkaði.
Tá kaffi ikki var í B36-húsinum, so var eitt av hæddarpunktinum hjá tær at møta øllum tínum góðu vinmonnum til kaffi á Hvonn.
Eisini hevur tú fingið vinir og viðurkenning fyri alt arbeiði, tú hevur gjørt á Heilbrigdinum á Velbastað í nógv ár – tú eigur lívið í nógvum fólki!
Eg veit, hvussu nógv familjan hevur at siga fyri teg, góði Árni, og hvussu stoltur tú var av tínum børnum, sum nú hava mist ein fantastiskan pápa. Tú elskaði at fáa vitjan av Ares og restini av tínum deiligu abbabørnum – tey høvdu alt at siga fyri teg. Tú var har fyri tey, tá tey høvdu tørv á tíni hjálp.
Góðu Jón, Richard, Johnny og Simona og ikki minst Hervør, sum nú býr á Tjarnargarði. Tit hava mist ein góðan pápa og mann. Men Árni Rein livir framvegis í minninum hjá okkum øllum :-)
Hvíli í friði, góði mammubeiggi. Einaferð – Altíð!