Hvat gert tú, tá tú hevur ein hund ella eina kettu, men av onkrari orsøk ikki fært ansa teimum í nakrar dagar? Ella tá tú einki kelidjór hevur, men kundi hugsað tær at ansa onkrum djóri – og kanska tjent eitt sindur samstundis?
Tað hevur 35 ára gamli Brandur Heinason úr Sørvági eitt boð uppá. Hann hevur nevniliga ment og lanserað eina nýggja app, FreshPaws, sum er ein talgildur pallur til djóraansan og samskifti millum djóraelskarar.
Konseptið við FreshPaws er einfalt. Tú kanst gera ein brúkara sum antin djóraeigari ella djóraansari. Og so kunnu eigararnir bóka ansarar, sum eru í nærøkinum innan eitt ávíst radius.
Appin hevur eisini ein meira sosialan part, har eigarar kunnu finna “vinir” til sínar hundar – antin fyri at spæla ella finna maka.
– Hetta kann eitt sindur samanberast við Tinder fyri hundar, sigur Brandur Heinason.
Tinder er fremsta deyting-appin, har fólk kunnu finna hvønn annan í nærøkinum við at siga ja ella nei – og um bæði siga ja, so er tað eitt “match”…
##med2##
Varnaðist tørvin
Brandur, sum býr á Islands Brygge í Keypmannahavn, fekk hugskotið til appina, tá hann sjálvur legði merki til, hvussu nógv fólk í økinum gingu túr við hundi. Hóast hann sjálvur ikki hevði tíð til at hava djór, helt hann, at tað hevði verið stuttligt at ansa djórum hjá øðrum av og á.
– Eg helt, tað kundi verið praktiskt við einari app, har tú kanst bjóða teg fram sum ansari og finna djór í nærumhvørvinum, sum hava tørv á ansing. Tað er jú eisini praktiskt hjá djóraeigarunum at lættliga kunna finna onkran at ansa sínum djórum, greiðir hann frá.
Og so var tað eisini ein vinkona, sum segði, at hon ynskti sær eitt Tinder, har man kann matcha við djór.
Har eru nakrar aðrar appir á marknaðinum, ið minna um, men føroyski mennarin vísir á, at FreshPaws skilir seg frá teimum.
– Í mun til aðrar appir fokuserar FreshPaws meira á nærumhvørvið, har mann kann finna fólk í økinum. Og eisini hetta við, at mann kan finna vinir og partnarar til hundarnar. Eg royni eisini at gera tað so brúkaravinarligt sum gjørligt.
##med3##
Tað gongur frameftir
Brandur arbeiðir til dagligt sum software-mennari í Keypmannahavn og er útbúgvin innan datalogi – ella á føroyskum, teldufrøði. Við síðuna av sínum vanliga arbeiði, byrjaði hann FreshPaws sum eina hobby-verkætlan í fjørheyst, men við tíðini er tað blivið til meira.
– Eg havi brúkt nógva tíð seinastu mánaðirnar upp á at gera appina brúkaravinarliga. Tað er nógv arbeiði, men eisini ómetaliga stuttligt at skapa nakað sjálvur, sigur hann.
Appin er tøk í App Store og Google Play, og hevur fingið góða móttøku. Longu nú eru fleiri enn 130 brúkarar, og hóast flestu eru danir, sigur Brandur, at appin riggar væl í Føroyum eisini. Tó stuðlar gjaldingarskipanin ikki føroyskum bankum enn, og tí má gjalding fara fram uttanfyri sjálva appina, um tú brúkar hana í Føroyum.
Brandur vónar, at um nóg mikið av brúkarum koma, so kann hann einaferð geva appini fulla tíð og menna hana enn meira við fleiri funktiónum.
– Nú fáa vit at síggja, hvussu tað gongur. Tað sær út til at ganga frameftir. Fyri tíðina koma nýggir brúkarar hvønn dag. So um eg fái nóg mikið av brúkarum, kann eg dedikera munandi meira tíð til FreshPaws, og kanska enntá fara fullatíð, sigur Brandur Heinason.