Tjóðsangurin, felagsskapurin og íblásturin

Á sumri 2006 fekk eg tann stóra heiður at syngja føroyska tjóðsangin á ovara vølli í Gundadali. Eg var við á U16-landsliðnum í fótbólti, og undir liðini á mær stóðu mætir fótbóltsspælarar sum Viljormur Davidsen, Rógvi Holm, Klæmint Olsen, Páll Klettskarð, André Olsen, Erling Jacobsen, Heini Vatnsdal og Jóan Símun Edmundsson, sum allir fingu eina flotta fótbóltskarrieru seinni.

 

 

 

Míni fótbóltsevni vístu seg ikki at røkka nógv longur enn til nakrar fáar minuttir í bestu deildini, men vitanin um heilsu og rørslu, um samanhald, disiplin og at handfara trýst, tey knýttu vinabondini tvørtur um sosialar klassar og hugsjónir runt í øllum landinum og tey frálíku minnini, sum spurdist burturúr at vera partur av stóra fótbóltsfelagsskapinum, kunnu ikki gerast upp í pengum.

 

 

 

Í dag vitjaðu Dánial, Bjarni, Jákup Petur og eg í ÍSF, har vit umrøddu strategisku ætlanina, sum Ítróttasambandið hevur lagt fyri føroyska ítrótt komandi árini. Har var aftur staðfest, at styrkin í sjálvbodna arbeiðinum í føroyskum ítrótti og øðrum felagsskapum er øgilig. Sjálvbodnu eldsálirnar, sum eisini hava tænt okkum sera væl, eru lívæðrin í øllum felagsskapum. Tey taka sjálvboðin tøk fyri okkum øll, og hava uppiborið størstu viðurkenning fyri tað. Ikki bara í ítrótti, men sanniliga eisini í samkomulívi, hjálparfelagsskapum, skótafeløgum, bjargingarfeløgum og aðrastaðni.


Sjálvbodna arbeiðið skal kortini ikki vera ein umbering hjá politisku skipanini einki at gera. Tað verður nú ávarað um, at føroyskt ítróttalív er undir trýsti. Pengarnir røkka ikki til. Tað er ein uppgáva, sum politiska skipanin eigur at royna at lyfta saman við Ítróttasambandinum, tí pengarnir koma okkum øllum fleirfalt aftur.


Góðu felagsskapirnir skapa samanhald og lofta nógvum børnum og ungum frá at koma í óføri. Fólkaheilsuráðið hevur eisini í fleiri umførum víst á, at virkið ítróttalív styrkir motorisku evnini, og fyribyrgir bæði kropsligum og sálarligum trupulleikum, sum sparir heilsuverkinum og almennum skipanuum nógvar pengar og nógva orku. Børn og ung, sum eru virkin í ítrótti, hava somuleiðis eina sunnari tilgongd til rúsdrekka og royking.


Stutt sagt, so eru rørsla og felagsskapir fyribyrgjandi á mongum mótum, og eru heilt einfalt ein góð íløga í framtíðina.


Vit skulu virðismeta arbeiðið hjá teimum sjálvbodnu við at geva teimum virðiligari arbeiðsumstøður at virka undir. Teirra arbeiðið leggur nógv gott í børnini, sum tey kunnu brúka í øllum lívsins viðurskiftum seinni.

 

 

 

Og ongantíð betur, um tey, sum vilja skara framúr, eisini sleppa tað. Stóru ítróttakvøldini, tá Føroyar og føroyingar standa øðrum tjóðum kurl, skapa eina øgiliga savningarmegi og eina serliga optimismu, sum kann vera stórur íblástur fyri okkum øll.

 

 

 

Felagsskapir eru góðir. Eisini fyri okkum, sum ikki rukku tindunum, og sum ernast av at síggja fyrrverandi liðfelagar elta málmetið á fótbóltslandsliðnum.

 

 

 

Uni Holm Johannesen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin