Eitt samfelag hevur ikki avgerðarrætt yvir, hvørja yrkisleið ein persónur skal velja - sjálvandi.
Tá tað er sagt, so er opinlýst, at tørvurin á ávísum útbúgvingum í føroyska samfelagnum er størri enn á øðrum útbúgvingum. Ítøkiliga sipi eg til valfundin í miðnámsskúlanum í Vestmanna í dag, har ið evnið m.a. var akademiskar ella yrkisútbúgvingar.
Samfelagið eigur ikki at eggja fólki til at taka ávísar útbúgvingar, men tá tað er eyðsæð, at vit hava vantandi arbeiðsmegi innan eldraøkið og námsfrøðina, so eiga vit at gera tað meira attraktivt og atkomiligt at søkja inn á hesar útbúgvingarnar. Vit mugu ikki gloyma tey bleytu virðini í hørðum tíðum, men heldur viðurkenna, at hesir fakbólkar arbeiða beinhart, og tí má økið raðfestast, soleiðis at starvsfólkini ikki missa dirvið.
Tá tað er sagt, so merkir hetta ikki, at yrkisútbúgvingar skulu niðurraðfestast - slett ikki. Tað, sum føroyska samfelagið hevur tørv á fyri eini effektivisering av útbúgvinum, er deilt í tríggjar partar.
Fyrst skal eitt samskifti vera við allar partar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at nágreiniligi eftirspurningurin av útbúgvinum verður staðfestur - hetta ger, at lesandi vita júst, hvar stórur møguleikar eru at starvsetast, samstundis sum tørvurin á arbeiðsmegi verður lýstur.
Næst, so skulu vit miðvíst broyta samansetingina í fólkaskúlunum, soleiðis at næmingurin fær staðfest sínar eginleikar og áhugar. Hetta merkir, at tey við betri akademiskum førleikum eru betri ílatin til val av víðari útbúgving, og at næmingar við betri handaligum førleikum eru betri ílatnir og tilvitaðir um møguleikarnar innan yrkisútbúgivngarnar. Fólkaskúlin skal leggja grundarsteinin til akademiskar og handaligar førleikar!
Og triðja lagi, so skulu útbúgvingarstovnarnir staðsetast, har tað gevur meining. Allar útbúgvingar skulu ikki samlast á einum staði, uttanso tað gevur meining, sum t.d. við at allar samfelagsfrøðiligar útbúgvingar eru á einum staði. Eitt dømi um hetta er alaraútbúgvingin í Vestmanna - tað gevur meining, tí tað er tætt at alingini. Hetta skulu vit bera in mente, tá ið skúlar og lestraríbúðir skulu byggjast.