Torkilsheygsgarður hevur bæði seyð og ferðavinnu 

- Garðurin og tað virksemi, sum hongur uppi í hesum, er eitt náttúrligt savningarstað hjá allari familjuni. Hetta er serliga í samband við fjall, fletting, hoygging og hegning. Garðurin hevur knýtt ættarliðini saman, sigur Leivur á Torkilsheyggi

 

 

Nógv húski í Føroyum eru knýtt at seyði og landbúnaði, og í eldri tíðum var kúgv í nógvum kjallarum. Kúgvin kom við mjólkini og seyðurin við kjøtinum.  

Í dag er eingin kúgv í nøkrum kjallara. Hetta er søga, sum tó ikki er eldri enn so, at mong minnast aftur á tíðina. 

Eisini fjósini eru færri, enn tey vóru fyri nøkrum árum síðan. Mjólkin er vorðin meira miðsavnað. Vit hava fingið nøkur størri og meira nútímans brúk við mjólkneytum í stórum og nýggjum fjósum. 

Hvørki í Suðuroy, Vágum ella Norðstreymoy er nøkur mjólk, og í Norðoyggjum er bara stóra og lutfalsliga nýggja felagsfjósið á Viðareiði.

Í Føroyum hava vit nú einar 13 mjólkarbøndur eftir, meðan seyðabøndurnir eru nógvir í tali kring um í oyggjunum.

Hesaferð gera vit burtur úr gamla Torkilsheygsgarði.

 

Óli Kristian hevur fest

Hetta er garðurin, sum Leivur á Torkilsheyggi á Nesi tók yvir sum 22 ára gamal og hevur rikið saman við konuni, Elini á Torkilsheyggi, og teirra børnum í meira enn 45 ár.

- Eg festi garðin í 1978 eftir pápa mín, Christian Torkilshøj, vanliga róptur Kissa. Hann doyði í 1986, einans 74 ára gamal, sigur Leivur, sum formelt hevur latið stafettina frá sær til elsta sonin, Óla Kristian á Torkilsheyggi.

Tá Leivur fyllir aftur tíðliga næsta summar, verður hann - um lív og heilsa verður - 70 ár, og sjálvur sigur hann, at heilsan tíbetur hevur verið sera góð.

- At sonurin nú hevur fest, merkir tó ikki, at arbeiðið á garðinum verður broytt, tí vit verða øll, sum áður, partur av hesum virksemi, sum vit altíð hava verið.  

Hann vísir á, at sum elstur av teirra børnum lá tað í kortunum, at Óli Kristian fór at festa garðin.  

Tað er ein veruleiki, at nógvir seyðabøndur í Føroyum hava garðin sum eitt slag av frítíðarítrivi, tí garðurin einsamallur ber ikki eina familju. 

Tó eru nakrir seyðabøndur, ið hava so nógvan seyð, at teir antin lutvíst ella burturav liva av seyðahaldinum.

Sjálvur hevur Leivur á Torkilsheyggi havt eina fyritøku við vøruflutningi í mong ár, og hetta er fyritøkan við navninum, Vøruflutningur.

- Eg havi havt vørukoyring síðan 1985, og eg havi altíð havt krana á bilinum, sigur seyðabóndin gjøgnum øll hesi mongu ár.

Tað hevur verið nóg mikið at koyrt hjá Leivuri, og hann hevur havt afturvendandi uppgávur og trúfastar kundar í fleiri ár. 

Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum nú er festari, eigur og rekur eisini stóru tógv-fyritøkuna, Navia, sum hevur sína framleiðslu og handil á Toftum, handil í SMS og nú eisini nýggjan og stóran handil í Vágsbotni í Havn.

 

Knýtir ættarliðini

Navnið Torkilsheygsgarður er eitt navn, sum Leivur og familja hansara sjálvi hava givið garðinum, tó at garðurin hevur verið í familjuni í nógv ættarlið. 

- Fyri 120 árum síðan læt abbi mín helvtina av garðinum frá sær, tí hann átók sær arbeiði á Borðuni í Nólsoy, men stívliga 100 ár seinni – ella í 2010 – varð allur garðurin aftur savnaður í familjuni, sigur Leivur á Torkilsheyggi.

Hann vísir á, at við stívliga 200 áseyðum tilsamans í trimum hagapørtum er garðurin og tað virksemi, sum hongur uppi í hesum, eitt náttúrligt savningarstað hjá allari familjuni. 

Og tað merkist, tá familjan er saman í arbeiðnum á Torkilsheygsgarði.

- Hetta er serliga í samband við fjall, fletting, hoygging og hegning – ja, eg haldi, vit kunnu siga, at garðurin gjøgnum so mong ár hevur knýtt ættarliðini meira saman, sigur hann.

Hagin og seyðurin hjá garðinum liggur í trimum økjum. 

- Umleið 50 áseyðir eru í Húshaga omanfyri Toftir og Nes, og hinir 150 eru í hagapørtunum, Yviri í Haga og úti á Nevinum við Rituvík, umleið 75 á hvørjum staði, hesir seinnu vanliga róptir Rituvíkshagi og Nevhagi.

Leivur vísir á, at annan av hagapørtunum har eysturi er yvirtikin frá Jákupi Olsen, sála á Toftum, soleiðis at áseyðatalið hjá teimum tá vaks við umleið 75.

- Hagarnir á rituvíkarleiðini lógu uppat hvørjum øðrum, og tí passaði tað okkum væl at yvirtaka partin hjá Jákupi, leggur hann aftrat.

Tað var í hesum umhvørvi á Nesi, at Navia-stovnarin, Óli Kristian á Torkilsheyggi, vaks upp og sleit sínar barnaskógvar. 

- Børnini vóru smá, tá tey fyrstu ferð sluppu á fjall, nærindis húsunum, men sum tíðin leið, og børnini gjørdust størri, fingu tey eisini størri ábyrgd og átóku sær størri uppgávur. 

Sum umleið 13 ára gomul, eru børnini vanliga so roynd, at tey telja við sum fjallfólk.

- Her hjá okkum hevur tað altíð verið soleiðis, at bæði børn, ung, vaksin og eldri hava havt ein týðandi leiklut á garðinum, sigur Leivur á Torkilsheyggi.

 

Seyðahald og árstíðir

Í bókini um Navia – tvey áratíggju – verður hegnisliga greitt frá seyðahaldinum og virkseminum á Torkilsheygsgarði.

- Seyðaárið á garðinum byrjar hin 7. januar. Tá verður farið eftir veðragjólingunum, sum síðan fyrst í desember hava verið í haganum og gjørt sínar skyldur at tryggja komandi ættarlið.

Sagt verður, at hesa tíðina fær seyðurin í haganum ofta eyka hoyggj, serliga í kulda og kava.

- Hoyggið verður flutt út til seyðahúsini, sum eru í hvørjum hagaparti, og sum seyðurin brúkar til at kroka í. 

Tá vit so koma út í endan av mars, er ársins fyrsti fjalldagur.

- Ærnar verða tiknar í rætt at fáa heilivág fyri ymiskar sjúkur, sum tær og lambið kunnu fáa. Við at koppseta ærina, er lambið eisini vart fyrstu vikurnar eftir lembing.

Lembingin byrjar umleið ein mánað seinni – ella seinast í apríl, og tá eru tey á Torkilsheygsgarði hvønn dag í haganum at ansa eftir, at ær og lomb hava tað gott.

- Fáa ærnar mjólkarfepur, kunnu tær doyggja, um tær liggja ov leingi. Tvílembur verða tiknar oman í bygdina, har meira dyrkað lendi er, og hetta økir um mjólkina. 

Leivur á Torkilsheyggi vísir á, at umleið hálvan juli er áseyðaroyting. Nú skal ullin fáast til høldar, seyðurin fær aftur heilivág, og lombini verða markað.

Leggjast kann aftrat, at seyðurin á Torkilsheygsgarði verður fyri tað mesta kliptur við hond. Tey hava eisini elektriskar saksar, men brúka mest vanligu seyðasaksarnar.  

- Vit plaga at dagfesta roytingina eftir filingini – og ikki eftir kalendara. Filing er nýggja ullin, sum veksur fram undir gomlu ullini. Jú, meira nýggja ullin er vaksin, lættari fer gamla ullin av. 

Sagt verður, at veður og gróður ávirka filingina, og seinur gróður gevur seina filing, og tí nyttar einki at fara á fjall ov tíðliga.

 

Hoygging og slakt

Seinast í juli byrjar hoyggingin, og á Torkilsheygsgarði brúka tey mest turt hoyggj, men er vánaligur terri, verður ballimaskinan tikin fram at balla restina.

- Hoyggingin tekur tíð og fer avstað við meginpartinum av august mánaði, men hetta er ein lívsstílur, tá ið tú fæst við seyð og garð.

Leivur á Torkilsheyggi vísir á, at um hálvan oktober verða heystfjøllini gingin.

- Her verða lombini tikin burturúr, sum skulu setast við. Flestu ærnar fara útaftur, men tær elstu láta lív. Slaktið á garðinum liggur vanliga millum 130 og 150 seyðir, og tá slaktið er fyri, hjálpir øll familjan til. 

Tá flett er, verður alt hongt upp at ræsa ella turka, og á Torkilsheygsgarði verður einki etið feskt. 

Sjálvur heldur Leivur á Torkilsheyggi, at føroyska seyðakjøtið er so mikið gott, at tað næstan er synd at eta tað feskt, men heldur sum ræst ella turt.

- Eg haldi, at útlendska seyðakjøtið, sum verður selt í Føroyum og sum ikki riggar so væl til turt, er gott at koyra í ovnin, um vit vilja hava ein feskan bita, leggur hann aftrat.

Nú vit eru komin til slaktið, fer seyðaárið at nærkast endanum.

- Tíðliga í desember fara veðurlombini út til ærnar og gimburlombini, og soleiðis heldur lívsringrásin fram, sigur hann.

Vanligt er á Torkilsheygsgarði at fara út í hjallin hin 23. desember – tollaksmessudag – eftir tí fyrsta turra kjøtinum at smakka.

 

Aftur til tað gamla

Leivur á Torkilsheyggi sigur til stuttleikar, at tað er í hesum hurlivasanum, at hann er uppvaksin, men tað hevur so sanniliga eisini verið bæði gevandi og savnandi at hava við seyð og seyðahald at gera.

- Alt, sum eg kann minnast, er eg vaksin upp við kríatúrum, neytum, seyði og hønum, og vit hava framvegis eini tíggju høsn her á garðinum.

Hann ásannar, at hóast strævnar løtur viðhvørt, hevur hetta verið ein góð, hugnalig og gevandi tíð. 

- Hevði eg ikki havt tímað hetta, hevði eg langt síðan havt latið tað frá mær, sigur hann.

Hann minnist væl, tá tey høvdu neyt, uppí einar sjey kýr sum mjólkaðu og nøkur ungneyt, og soleiðis var tað heilt fram til endan av sjeytiárunum. 

Alt var upp á tann gamla mátan, har fólk komu á gátt at keypa mjólk við spann. 

- Tey komu við tómari spann og fóru avstað aftur við fullari. Soleiðis, sum eg minnist tað, seldi pápi mjólk til ein stóran part av fólkinum her um okkara leiðir.

Nakað varð velt burturúr nýggjum, og pápin átti amboðini sjálvur. Brunnar til súrhoyggi vórðu knýttir at fjósinum, men alt mátti gerast við hond, eisini fóðringin av neytunum. 

- Tá mjólkimaskinan kom, var hetta eitt stórt framstig, tí nú var tað bæði nógv lættari og skjótari at mjólka neytunum. 

Leivur á Torkilsheyggi minnist eisini, at tað var so nógv meira arbeiði av at hava neyt og seyð – enn bara at hava seyð, soleiðis sum garðurin hevur verið rikin, síðan neytini fóru.

 

Eisini í ferðavinnuni

Tá vit í hesi greinarøð spyrja bøndur, um teir eisini brúka garðin í ferðavinnuhøpi við heimablídni, gongutúrum ella øðrum, sum kann vera knýtt upp í slíkt landbúnaðarvirksemi, er ferðavinna ein partur av Torkilsheygsgarði. 

Nýggi festarin á garðinum, Óli Kristian, hevur bæði handil og framleiðslu á Toftum, og tað eru eisini nøkur ár síðan, at Nes kommuna gjørdi avtalu við Navia um, at tey taka sær av vanligum kunningarvirksemi í fyritøkuni á Toftum.

Leivur vísir á, at fyri eini 6-7 árum síðan fóru tey eisini at bjóða ferðafólki, sum vitja í økinum, bæði føroyingum og útlendingum, inn í eitt seyðahús, sum tey hava við Kornvatn, stutt omanfyri bygdina á Nesi.

- Her hava vit framløgu um føroyska seyðin, samstundis sum fólk, ið koma á gátt, eisini síggja seyð her inni á gólvinum. Her verður greitt frá seyðahaldi, og hvussu eitt seyðaár gongur fyri seg. 

Hann sigur, at meðan fólk eru inni á gólvinum í seyðahúsinum, ganga kanska einar 2-3 ær við lombum her inni.

- Fólk, sum koma higar, síggja seyðin; tey fáa at vita um seyð, samstundis sum vit plaga at hava nýbakaðan drýl og pinnamat við skerpikjøti, rullupylsu og kjøtpylsu sum ábit.

Leivur á Torkilsheyggi sigur, at hetta hevur víst seg at rigga sera væl, og síðan Eysturoyartunnilin læt upp, hevur hetta tilboð verið væl vitjað, serliga í betru tíðini av árinum.

- Vit hava havt skúlaflokkar, bindiklubbar og ymiskar bólkar her í seyðahúsinum og afturmeldingarnar, sum vit hava fingið, eru góðar, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

 

Pápi og abbi Leivur, Kristian og Símun, sum eru abbi og langabbi Óla Kristian