Tvey ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap. Eitt er á Íslandsrygginum, og hitt er eystanfyri.
- Skipið á Íslandsrygginum fær mest av toski og svartkalva og skipið, sum er eystanfyri, fær mest av longu.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip eru ávegis á Flemish Kap. Nøkur hava longu verið har yviri og fiska nú undir Føroyum.
- Skipini, sum eru undir Føroyum, fáa mest av longu og brosmu og tey, sum eru á Flemish Kap, fáa tosk.
Sagt verður, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður gott, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.
- Útróðrarbátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.