Toyota er ovast á tindunum í Føroyum

Føroya mest seldi bilur í ár er Toyota

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni, nú fyrra hálvár er farið aftur um bak.

Fyrstu seks mánaðir á ár eru seldir 155 Toyotabilar.

Nummar tvey er Ford við 136 bilum og á triðja plássið er Volkswagen við 128 bilum.

Her síggjast 10 tey mest seldu bilmerkini í Føroyum fyrra hálvár í ár.

TOYOTA 155

FORD 136

VOLKSWAGEN 128

HYUNDAI 119

VOLVO 107

KIA 94

MERCEDES-BENZ 74

MAZDA 47

CITROEN 44

RENAULT 44

Niðanfyri sæst sølan av bilum seinasta mánaðin, juni:

FORD 42

TOYOTA 32

VOLKSWAGEN 27

VOLVO 26

HYUNDAI 18

KIA 18

MERCEDES-BENZ 12

HONDA 10

PEUGEOT 10

VARIANT 9