Týsdagin kannaði løgreglan 55 bilar við skúlan í Trongisvági. Har fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikorti fyri børn, sum ikki sótu íbundin. Ein bilførari fekk somuleiðis bót og klipp í koyrikortið fyri barn, sum var undir 135 cm høgt, og sum ikki hevði pútu undir, soleiðis at trygdarselin kundi brúkast, sum hann skuldi.
Í Hvalba vóru 26 bilar kannaðir, men har varð eingin skrivaður.
Løgreglan gjørdi eisini onnur átøk í ferðsluni í Suðuroy hendan dagin. Har vóru 15 bilar skrivaðir. Tveir fyri at koyra uttan koyrikort uppi á sær, sum gevur bót, fimm fyri at koyra við slitnum dekkum, seks fyri lyktafeil, og tríggir fyri at koyra uttan sela.