Trivnaður hjá ungum og børnum

Skermnýtsla:

 

Tey seinastu árini hava vit sæð, at bíðilistarnir fyri útgreining og viðgerð fyri sálarligar trupulleikar er vaksin nógv. Ein orsøk til at hægri mistrivnaður er staðfestur millum børn og ung tey síðstu árini er allarhelst, at vit skráseta sálarheilsu/sjúku hjá okkara børnum og ungu í størri mun nú enn fyrr. Tó so kemst ikki undan, at mistrivnaðurin økist. Her eru sjálvandi nógvir faktorar, ið gera seg galdandi, og er tað ikki altíð lætt at greina samspælið teirra millum. Hví trívast børn og ung verri í dag enn fyrr? Hvat er broytt? Tøkniliga framgongdin av skermum og samskifti, má vera ein tann størsti faktorurin, sum hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin hjá børnum og ungum sær út í dag í mun til fyrr. Fólkaheilsuráðið vísir á eitt neiligt samband ímillum skíggjanýtslu og heilsustøðu – serstakliga fyri børn og ung. Fólkaheilsuráðið mælir til, at foreldur ikki keypa børnum snildfon fyrr enn tey eru 14 ára gomul – helst eldri. Uttan at tað skal kosta landskassanum nakað, so kundi ein lóggáva, ið gjørdi tað ólógligt hjá teimum undir 14 ár at átt snildfon, havt stóra jaliga ávirkan á sálarheilsuna hjá okkara børnum og ungu.

 

 

 

Rúsbrúk:

 

Ísland fór frá at vera landið í Evropa, har ungdómur rúsaði seg mest til tað landið, har rúsbrúkið hjá ungum er minst. Procenttalið fór frá 42% í 1998 til 5% í 2016 av 15 og 16 ára gomlum, sum høvdu drukkið alkohol tann síðsta mánaðin. Procenttalið fyri 15 og 16 ára gomul, sum nakrantíð høvdu roynt kannabis í sínum lívi, fór frá 17% í 1998 til 7% í 2016. Fleiri átøk vórðu sett í verk, fyri at tálma rúsbrúkinum hjá íslendska ungdóminum. T.d.: at foreldur og børn/ung brúktu meiri tíð saman, og at foreldrini altíð vistu, hvar børn teirra vóru, og hvørjum tey fylgdust við, og at tey vistu hvørji foreldrini hjá tí, sum barnið fylgdist við vóru. At børn vóru heima áðrenn kl. 22.00 um veturin og áðrenn kl. 00.00 um summarið. At børnini gingu til ítrótt minst 4 ferðir um vikuna. Einki land, hevur torað at sett somu tiltøk í verk, hóast fleiri hava implementerað ávísar partar av tí, sum bleiv gjøgnumført í Íslandi, við góðum úrslitum; tó ikki líka jaligum úrslitum sum í Íslandi. Tora vit at gera hetta fyri okkara børn og ungu?

 

 

 

Miðflokkurin ynskir veruliga at byrja at gera nakað fyri at steðga vaksandi mistrivnaðinum millum børn og ung. Í okkara valskrá hava vit nevnt at „familjum verður veitt frítíðarkort til børn“. Ymsar kommunur hava roynt slíkt tilboð við frítíðarkorti, við sera góðum úrsliti. Vitandi, at tað kann verða dýrt fyri familjur við fleiri børnum at hava tey til ymsu tilboðini, vilja vit bjóða øllum børnum og ungum upp til 18 ár hetta tilboð.

 

X við Miðflokkin

 

X við Jann Johannesen