Fýra partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av toski og longu.
- Fiskiskapurin eftir upsa er skiftandi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at tvey partrolarapør og eitt skip, sum fiskar við lemmum, eru á gulllaksaveiði.
Av djúpvatnstrolunum, sum fiska ísfisk, eru tveir á svartkalvaveiði.. Teir koma væntandi inn at landa fyrst og miðskeiðis í næstu viku.
- Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva í føroyskum sjógvi.
Í løtuni eru fýra trolbátar og landleiðini. Teir fáa flatfisk og so nakað av toski og hýsu. Ein er norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.
Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og tvey garnaskip fiska svartkalva.
- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma tey øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.