Trý deyð og fleiri løstað í russiskum álopi á Kharkiv

Samstundis, sum sagt verður frá russiskum dronuálopi á Kharkiv, siga russiskir myndugleikar, at ukrainar hava sent dronu eftir Moskva

Í gjárkvøldið framdu russar dronuálop á ukrainska býin, Kharkiv. Álopið kostaði í minsta lagi trimum fólkum lívið, og 32 fólk vórðu særd.

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Ihor Terechov, og Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina.

 

- Russiska dronuálopið rakti ein íbúðarbygning, og millum tey særdu er eitt barn, sigur hann við The Kyiv Independent.

 

Borgarstjórin sigur, at bjargingararbeiði hevur verið í gongd í nátt, har leitað hevur verið eftir møguligum deyðum og løstaðum í leivdunum.

 

Samstundis, sum sagt verður frá russiskum dronuálopi á Kharkiv, siga russiskir myndugleikar, at ukrainar hava framt álop á Moskva.

 

- Loftverjan hevur skotið eina dronu niður nærndis Moskva, sigu borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum, Sergej Sobjanin á Telegram.