Øll partrolarapørini uttan eitt eru til fiskiskap í løtuni.
- Fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Skipini fáa ikki nógv av hvítfiski, men tey fáa nakað av hvítingi.
Meginparturin av veiðini hjá partrolarunum er upsi.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at nøkur pør koma inn at landa í næstu viku.
Ein frystitrolari er til fiskiskap, og teir fiska svartkalva.
- Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.
Væntandi fer onkur djúpvatnstrolari aftrat út í næstum.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.